Barnakekkurin vil koma væl við og gera undurverk


Samstundis sum Framsókn herfyri alment boðaði frá, at flokkurin fór at stilla upp til býráðsvalið í Tórshavn, boðaði hann eisini frá, at ein barnakekkur/stuðul uppá 1% av skattainntøkuni svarandi til 28 mill skuldi lætast sum kekkur ella stuðul til barnafamiljurnar í kommununi.



Hetta vil geva hvørjum barni í kommununi undir 18 ár kr. 11.500,- um ári.



Okkara borgarstjóri Heðin Mortensen var beinanvegin klárur við viðmerking. Við sera sterkum orðum helt hann uppskotið at vera ábyrgdarleyst, og mint á at talan var um 63 mill krónur, og at hetta kundi hótta kommununa fíggjarliga.



Eitt er so tað at borgarstjórin í sínum grundgevingum – VIÐ VILJA - roknar 35 mill skeivt. Uppsotið hjá Framsókn kostar 28 mill og ikki 63 mill. Hitt er so tað at Heðin ikki letst vita hvussu trongdar barnafamiljurnar í Tórshavnar Kommunu eru og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri býin.



Barnatali minkar, familjur flyta úr kommununi og í ringasta føri av landinum. Ein gongd, sum vit øll kenna, ræðast og tí taka í ramasta álvara.



So kom mótspæli frá Heðin : ½ skattaprocent til barnafamiljurnar!! Út frá tí, sum eg havi lisið so eru øll í býráðnum nøgd nú.



Tað eru vit í Framsókn ikki – tí vit eru sannførd um, at ein fíggjarligur styrkur áljóðandi kr. 11.500,- til øll børn undir 18 ár vil koma familjunum so væl við, at hetta kann venda skeivu gongdini.



Framsókn vil tí halda fast um, at barnafrádrátturin í Tórshavnar Kommunu skal hækkast upp í kr. 11.500,- pr barn undir 18 ár. Við hesum fáa barnafamiljurnar fíggjarligt frælsi, hetta kann gera undurverk.



Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.



Rúni Sundberg Patursson, valevni á listanum hjá Framsókn



Ein Kommuna fyri øll!