Bárður Nielsen: Sambandsflokkurin á aftur slóðina






Nýggjasta veljarakanningin er ein ómetaliga álvarslig ávaring til Sambandsflokkin um at rætta kós



Fleiri gjørdust ikki sørt kløkk av Gallup-kanningini í farnu viku, sum vísir, at veljarar í hópatali venda Sambandsflokkinum bakið.



Sjálvur taldist eg ikki millum tey, ið gjørdust kløkk, tí skriftin hevur staðið á vegginum leingi.



Politikkur floksins er seinnu árini broyttur og blivin kámari enn áður. Tað er eisini ein sannroynd, at tað er vorðið truplari at koma ásamt við veljarar um, at okkara politikkur tænir landi og fólki best.



Á ríkisrættarliga økinum og í vælferðarpolitikkinum, har ið Sambandsflokkurin altíð hevur verið álitið í Føroyum, er í dag trupult hjá fólki at síggja, um og hvussu Sambandsflokkurin vil nakað øðrvísi og betri enn aðrir flokkar. Hetta er ómetaliga álvarsamt.



Í alt ov langa tíð hevur flokkurin verið alt ov semjusøkjandi, og tí hevur hann hug at missa fótafestið. Slíkt síggja veljarar beinanvegin, eisini trúfastir sambandsveljarar. Veljarakanningin dokumenterar, at sambandið við veljaran, ið er tilverugrundarlag hjá einum og hvørjum politiskum flokki, er alt annað enn gott.



Tað er uppgávan hjá sambandspolitikarum at fáa rættað innaftur.



Kósin má og skal rættast.



Eitt er vist. Tað verður framhaldandi Sambandsflokkurin, ið verður trygdin fyri ríkisfelagsskapinum, ið allir føroyingar njóta gott av hvønn dag.



At Føroyar verða varðveittar sum eitt vælferðarsamfelag, har ið veikastu bólkarnir ikki mugu detta niðurímillum, fer Sambandsflokkurin framhaldandi eisini at berjast fyri.



Tá, ið aðrir flokkar skifta ham og vilja fylgja tilvildarligum streymum ella rákum - tá er uppgáva Sambandsfloksins at halda fast og vísa á røttu kósina. Júst so, sum flokkurin var vanur at gera.



Við veljarakanningini hevur flokkurin fingið eina útpurring av teimum heilt stóru og eina ómetaliga álvarsliga ávaring. Boðskapurin er fyrst og fremst, at Sambandsflokkurin skal finna aftur til síni sosial-liberalu virðir og sannan sambandspolitikk við ríkisfelagsskapinum sum hollari grundsúlu.



Vit skulu reka sambandspolitikk, standa saman, og ikki bakka fyri semjunar skyld. Tá ið semjur kosta grundvirðir floksins, skal haldast rimmarfast.



Mín áheitan á veljarar okkara er at standa saman um einasta sambandsflokk í Føroyum, ið má koma á aftur sosial-liberalu sambandsslóðina, ið roynist okkara landi og fólki best.




Bárður Nielsen



Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

(lagt inn á Lesaran: L.Láadal)