Bakkafrost- ovurnýtsla av lúsabasingarevni í Skotlandi

Scottish Salmon Company – Bakkafrost
– er avdúkað fyri at hava nýtt avlúsingarevnið,
nervaeiturevnið Emamektin Benzoate, í langt ov stóran mun enn
loyvt er. Hesum boðar The Ferret frá í dag í tíndaskrivi.


Sambært skjølum kunngjørd frá
skotsku stjórini hevur Scottish Salmon Company framt brot á
trygdarreglur fyri nýtslu av vandamikla evninum í alibrúkinum við
Loch Roag á oynni Lewis við at nýta eiturevnið tvær ferðir so
títt sum annars loyvt er. Kanningar gjørdar av skotsku og ensku
stjórnini góvu einans eina átalu, meðan felagið Sepa –
Scottish Environment Protection Agency – gjørdi royndir at fáa
sett bann móti alingini vísandi til vánaligu
umhvørvisviðurskiftini við Loch Roag, og við kravinum at øll
fimm alibrúkini í økinum vóru stongd. Átalur hava verið at
myndugleikarnir venda blinda eyga til beinleiðis brot á
avlúsingarreglur, og at alivinnan miðvíst roynir at mótarbeiða
krøvum at alibrúkini verða stongd.
Frá eigaranum av Scottish
Salmon Company – Bakkafrost – varð sagt frá, at brotið á
reglurnar var bert marginalt og eitt einstakt dømi, og at felagið
annars miðvíst arbeiðir við at minka um lúsabasingarevnir.



Emamektin Benzoate, eisini nevnt Slice,
er sera vandamikið nervaeitur, ið ger av við krabba, hummara,
rekur og øll krabbadjór í og kringum alibrúk. Á vetri 2017 var
álvarsamt óhapp á Gulanum har Bakkafrost misti einar 200 túsund
alilaksar, ið just høvdu fingið heiluvágin við fóðringini.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan var straks á bananum og ávaraði
fólk um ikki at fiska sloppnan alilaks, og heldur ikki frysta slíkan
til seinri brúk, til eftir 2.februar 2018.


Vanligt er at tað skulu ganga 60 dagar
frá tí at alifiskurin er viðgjørdur við heiluváginum og til
evnið er horvið og brotið niður í fiskinum.



Emamektin Benzoate er nógv brúkt á
føroyskum firðum til avlúsing. Vit vita at seiður og annar fiskur
nálgast upp at alibrúkum og meskar sær í alilaksafóðuri, og
eisini fær í sær vandamikla nervaeiturið.


Spurningur er settur Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni hvussu fólk skulu fyrihalda seg hesar goðveðursdagar
á seiðabergi ella á firðunum við dorg ella tráu og royna sær
eftur góðum seiði, sum gamal siður er, og fáa innanborða
ovurfeitan seið, ið just hevur eti heiluvágsviðgjørt fóður.
Á
fleiri firðum er vandamikla nervaeiturevni brúkt fyri fáum vikum
síðan.....so, her íkemur ein álvarsom heilsuhóttan frá
alivinnuni, og har púrt eingin kunning verður givin frá tí
almenna.
Um fólk kunna seg á heimasíðuni hjá HFS innan tey
fara í fjørðin, man verða meir enn bara eitt sindur
ivasamt.
Heilsufrøðiliga svarar neyvan fyrr enn eftir
summarfrítíðina og kunnu fólk so inntil tá fiska seið o.a. ið
hevur í sær vandamikið nervaeitur.

https://theferret.scot/salmon-farm-pesticide-emamectin-breaches/?fbclid=IwAR3tfnw4NZ7zTWxtt0vY4UCsm8oqaAmvCsfB3zRGjc5dd6QCTK_nrHPox0o


Kári Thomsen