Back to Normal


- So leingi nokk seingjarpláss eru til tey, ið koma í neyð, eru vit ókey. 

- Hetta loyvir okkum at venda aftur til vanligt lív og, ja, góðtaka óumberiligu avleiðingina av at vera á lívi í eini konstant óvissari verð.

- Ungdómurin hevur brúk fyri sínum vinum og eginligari skúlagongd - hvat enn nakrir ræðuskítar innan skúlaverkið finna upp á av óumhugsaðum og óoriginalum umberingum fyri ikki at koma til arbeiðis aftur.

Rætt, vit hava verið fyri einum upplopi í tilburðum í hesum døgum, men tað ger einki – tvørturímóti, tí um vit annars hava nøkulunda tamarhald á støðuni, sum merkir nóg mikið av seingjarplássum, ella ikki ov nógv innløgd, fara vit at uppliva tað, tey klókaru kalla floksimmunitet.



Og tað, uttan at eita Møller til eftirnavn, er einasta gongda leið.



Hitt, lata aftur, hvørjaferð ein knapplig, ógvuslig hækking kemur á okkum, og so opna aftur, tá vit hvørki orka ella kunnu liva soleiðis longur, goymd og niðurbundin at kalla, er bæði óliviligt og óhaldbært.



Kostnaðurin annars, at lata samfealgið aftur, er alt ov ógvusligur, bæði tá um ræður mannalagnur og búskap.



Hetta loyvir okkum eisini, hvat er harðliga neyðugt, at venda aftur til vanligt lív og, ja, góðtaka óumberiligu avleiðingina av at vera á lívi í eini óvissari verð. Tað er faktiskt ómetaliga syrgiligt, ikki hvat virusið hevur gjørt við okkum, men hvat vit hava loyvt virusið at gera við okkum; við okkara kollektivu tilvitsku. Og – fyri hvat? Eitt virus, sum ger av við ein elalítlan brotpart av fólkinum? Ikki ungfólk, men elligomul fólk. Miðalaldurin, tekur tú England, er 81 ár, og í miðal høvdu tey, sum eru deyð av Covid-19 virusinum, eina til tvær undirliggjandi sjúkur av fatalum slag.



Okkara ungu hava nú í longri tíð fingið at vita, at tey skulu fylgja hesum og hasum Korona-tilmæli, tí annars “drepa tey ommu og abba”. Tey hava verið í bíðistøðu í rúma tíð, offrað frítíðarítriv, skúlagongd og felagslív, ja, stórar klunkar av sínum gerandisdegi fyri... hmmm, tað er so tað! - og tað er ikki longur í ordan at biðja nakran, minst av øllum ungdómin, at avmarka seg og sítt lív. Tey hava brúk fyri sínum vinum og eginligari skúlagongd (hvat enn nakrir ræðuskítar innan skúlaverkið finna upp á av óumhugsaðum og óoriginalum umberingum fyri ikki at koma til arbeiðis aftur!).



Og, meiri yvirskipað, skulu vit hava eina líkinda framtíð, mugu vit rætta ryggin og konfrontera tey álop, ið koma fyri, virus ella ei. Tað nyttar lítið sum langtíðar-politikkur, at okkara fyrsta reaktión sum upplýst menniskju er at... goyma okkum og halda uppat at vera saman. Her er onki gott í hesum. Tað nýggja ‘normal’ er shite.




Eg havi sagt tað fyrr, men lat meg bara endurtaka: angistin fyri Koronu er nú eitt meiri hættisligt problem enn Korona sjálvt. Hetta kostar okkum gevaldigt í pengum. Í mannalagnum. Og tí er tað, at vit mugu gera ein enda á hesum nationala massa-møsni og venda aftur til tað hypermodernaða lív, materialismu og ágóðar annars, vit so elska.



Lat okkum líka minnast aftur á, at upprunaliga rættvísgeringin fyri at lata samfelagið aftur og, aðramáta, hjá landinum at rippa frælsi og rættindi til sín, var at syrgja fyri, at sjúkrahúsverkið ikki fór at verða yvirtikið av sjúklingum, “innløgdum” (og tað, mínar damur og harrar, kann man væl róligt siga, at tað ikki hevur verið).

Ístaðinfyri finna myndugleikanrir fram aðrar grundir, sosum at ongin skal vera smittaður!, til tess at varðveita hesi tápuligu tilmæli, hvørs einasti setningur er at útinna kontroll og avmarka okkara lív.




Vit høvdu brúk fyri strategiskari og djarvari hugsing. Ikki ótta.At vit fingu tað seinna, við massivum kostnaði sum fylgju, er vanlukkuligt.




Og tað er hetta, tit, henda totalt anti-Braveheart-sliga atgonga, okkara ungu fara at taka við sær, tá vit einaferð sleppa at liva lívið aftur.