Ateisman er farlig


Ateistar uppáhalda, at átrúnaður hevur alla skyldina í øllum ræðuleikunum sum eru framdir. Veruleikin er tó, at ateisma hevur ført til flest hópdráp í søguni, ikki átrúnaður. Ateistar eru skjótir at avnokta hettar og uppáhalda framvegis, at átrúnaður er tað mest vandamikla. Tað er óerligt. Søgan sigur, at ateisma hevur ført flest hópdráp við sær, eg kann nevna sosial darwinismuna í seinna heimsbardaga, kommunisman í gamla Sovjet, Norður Korea!



Menniskjavirði



Í ateismu er menniskja grundleggjandi ikki meir enn støv. Í kristindóminum hevur menniskja hinvegin virði. Menniskja hevur ein tørv á at kenna seg elskaði og í kristindóminum kann menniskja kenna tað, tí at kærleiki er sera vigtigur í kristindóminum. Um menniskja ikki er meir enn støv og genir, so er kærleiki fullkomiliga óviðkomandi. Hettar uppáhaldi, at menniskjan ikki er meir enn støv og genir bleiv veruligt í gamla Sovjet. Sjálvt um ateistar vilja uppáhalda, at átrúnaður er tað mest vandamikla so er hettar uppáhaldi høpisleyst.



Ateisma og politikkur



Tann vanligi hugsunarhátturin er, at ateisma er rationel hugsan ímeðan kristindómur er vandamikil og skal haldast uttanfyri allan politik. Ateisma er ein heimsmynd og ein ideologi sum hevur til endamáls at útrudda átrúna allastaðni og fáa tað sum skal eitast fyri at verða rationel hugsan inn ístaðin. Hettar hevur ringa ávirkan á eitt samfelag. Ateisma hevur í søguni knúst samfeløg ímeðan kristindómurin hinvegin hevur bygt sterk og góð samfeløg. Tað hevur ateisma ongantíð megna.



Tíverri verður kristindómur koyrdur í ein vandabólk saman við øðrum átrúnaðum og verður eisini skýrdur at verða intolerantur. Hettar er fullkomiliga høpisleyst tí kristindómurin hevur bygt samfeløg.



Ateisma og moralur



Ateisma hevur ongar ordiligar karmar fyri moral. Ting eru moralsk ella ómoralsk alt eftir hvat meirilutin sigur. Hettar hevur við sær, at tildømis neyðtøka KANN verða loyvd um tað verður samtykt, at tað ikki er ómoralskt. Hinvegin gevur kristindómurin tryggar og góðar karmar tí í kristindóminum er moralur objektivur, man hevur eina ábyrgd fyri øllum og kristindómurin áleggur menniskjum at gera tað rætta og góða.



Fólkaminking



Sekulariseringin og ateisma ganga væl hond í hond. Í okkara samfelag sum gerst meira sekularisera minkar eisini fólkatalið tí at færri børn verða fødd. Hjúnaskilnaðirnir eru nógvir og alt hettar drenar okkara samfelag. Fyrr ella seinni kemur samfelagið at kenna sviðan av hesum tí um ikki fleiri børn verða fødd so fer samfelagið ikki at rigga. Fyri at samfelagið skal rigga so er tað neyðugt at fleiri børn verða fødd. Vit liva tíverri í einum samfelag har familjan syndrast.