Allar gøtur føra til høvuðsstaðin!











Náttúran er beint
uttan fyri gluggan hjá okkum, ið búleikast í Føroyum. Hetta er forkunnugt og
ein møguleiki, vit áttu at givið størri ans.



Rørsla er
góð fyri heilsuna, einki nýtt er í tí. Grikski læknin Hippokrates sum
livdi  uml. ár 400 fyri føðing Krists,
segði kendu orðini : ein gongutúrur er besti heilivágur!



Hesi orð
eru líka viðkomandi í dag sum tá tey vórðu søgd.  



Tá vit
summar sum vetur fara úr heitu stovuni út at ganga, renna og/ella bara njóta
ríkidømið, eiga vit at hava alskyns møguleikar at velja í.



Gøturnar
kring Havnina eru nógvar at fara, og hvør einasta hevur nakað serstakt at
bjóða.

Hóast nógv er gjørt á hesum økinum hiðartil, eigur arbeiðið at halda fram, og
har rokkið ikki er heilt á mál, skal arbeiði gerast liðugt.



Onnur avbjóðingin er so at fríðka um hesar gøtur, merkja tær, so lætt er at
finna vegin, eisini hjá teimum sum ikki eru staðkend. Hetta er eisini eitt gylt
høvið at gera smá frípláss við gøturnar har høvi skal vera at seta seg niður,
taka sær av løttum og njóta náttúruna.



Ferðavinnan skal sjálvsagt eisini fáa ágóðan av hesum gøtum og økjum, tí skal
kunning og kunnandi tilfar fáast til vega so ferðafólk lættliga hava møguleika
at finna gøturnar og ganga tær.



Royndir
aðrastaðni vísa, at til ber á sera hegnisligan hátt at merkja gøtur og tað ber
sjálvandi eisini til hjá okkum.
 



Tað sum skal til
er:









Sjøtul er í
seinasta valskeiði settur á at menna arbeiðið við at gera gøtur kring
høvuðsstaðin, og hettar til mikla gleði fyri borgararnar í kommununi. Hettar
arbeiðið eigur sjálvandi at halda fram, so vit av sonnum kunnu siga, at allar
gøtur føra til høvuðsstaðin!