Åh Jógvan, åh Jógvan


Åh Jógvan, åh Jógvan

Hví stendur tú har...?

Tú hevur havt ríkiligt av tíð at gera tær eina meining um NUMO-leistin. Tú hevur eina stóra umsiting og eitt stórt býráð. Har skuldi onki verið til hindurs fyri, at Klaksvíkar kommuna møtti upp í rættarnevndini til hoyring fríggjadagin.

Tú hevði væl saktans ikki styttri skotsbrá enn hinar kommununar, sum hava so at siga onga umsiting í mun til tína.

Tú sigur í Degi og viku, at tú hevur onki frætt aftur. Tú møtti ikki upp til hoyring og bleivst biðin um at senda skriv, so nevndin kundi avgreiða málið, men heldur ikki har vóru tit skjót í vendingini. Og nú tosar tú um býráðsfund og nýggja innkalling. Og summarferian byrjar 25. apríl?

Hvat er tað, sum hevur tín áhuga at drýggja málið, so tingið fer í summarfrí uttan at fígging er funnin til tunlar til tvær bygdir(Árnafjørð og Svínoy) í tíni egnu kommunu og hinar bygdirnar norðanfyri?


Hallgerð Akurstein