Aftursvar til grein hjá Anniku Olsen

Eg kann ikki taka yvirskriftina
hjá borgarstjóranum seriøst. Á in.fo skrivar Annika Olsen at eldradepil í
Kollafirði skal í gongd komandi ár.



Hon vísur á, at eldradepilin hevur
bráðfeingistørv, og skal tí framskundast frá upprunarætlan. Ætlanin er at gera hann
í 2024-2025.



Sitandi samgonga hevur sjálv valt at útsett
hetta mál til 2024-2025. Hetta stendur alt at lesa um í kommunuætlanini á síðu
184 sum eg havi nevnt í aðari grein.



Greinin hjá Anniku Olsen sæst her: https://www.in.fo/…/eldradepil-i-kollafirdi-i-gongd-komand…/



Eg kann heilsa og siga at bráðfeisgistørvurin á einum nýggjum Ellis og
røktarheimið í Kollafirði er ikki størri nú enn í 2017. Hann er langt síðan
toppaður. Var tað ikki fyri dugnalig starvsfólk og tolnir borgarar, so veit eg
ikki hvat støðan vildi verði.



Samanbera vit byggingina av barnagarðinum, so tók tað eitt ár at
byggja. Hetta passar sera væl vil eldradepilin í Hoyvík sum bogarstjórin fyrr í
vikuni gleddist um var við at verða liðugur. Hesin sær eisini út til at taka
eitt ár.



Kommunukassin stendur at bresta av pengum, tekingar og uppskot um staðseting, alt er klárt. 

So at samgongan ikki sá bráðfeingistørvin í 2017, 2018, 2019 og 2020
men nú ? Tað kann ikki takast seriøst.



Hetta er MÍTT hjartamál og fari eg at gera alt eg eri mentur, fyri at
depilin stendur liðugur áðrenn skeiði er hálvrunnið.



 



Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað



Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE
innsløg – set spurningar



Síðan eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar býráð 10 nov. 2020