Ætla politikarar nú at kúvenda og lóggeva festarar aftur aftur í Gablatíðina?


Mær tykir, at orðaskiftið í kjalavørrinum av hendingini í Oyndarfirði, og sum nú eisini er rokkið heilt upp til háttvirdu ting- og landsstýrisfólk, at vera eitt sniðálop á festarar og festiskipanina. Tað er sum um, at myndugleikin nú brádliga aftur vil stramma gamla kvørkratakið á festarar. Ein frammanundan ótíðarhóskandi og í ávísan mun, tíverri enn, diskriminerandi skipan, sum onnur framkomin lond fyri langari tíð síðani hava smoygt sær burtur úr, til frama fyri einum frælsum vinnulívi undir yvirskipaðum lógum og vinnupolitikki.



Hví skal ein stovnur sum Búnaðarstovan hava eyka játtan fyri at “spæla” eyka politi (fólk í húsi) yvir fyri einum parti av føroyska landbúnaðinum? Hví skulu tey sum reka áleið helvtina av føroysku jørðini arbeiða undir øðrum og heilt serligum viðurskiftur heldur enn onnur vinnurekandi í júst somu støðu? Hví skal ein partur av vinnuni stýrast við framleiðsluskyldu?



Vit hava valt løgregluna til tað sama og “ein og hvør” hevur, sambært §4 og §5 í Løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) skyldu til, at boðað løgregluni frá har tað er eygsýnt at djór og húsdjór eru fyri skammfaring ella fyri álvarsligum svíki.



Skulu vit í framtíðini melda festara sum kemur illa fyri við sínum djórahaldi til Búnaðarstovuna og óðalsbónda til politiið?



Í Føroyum komu vit eitt stórt fet fram á leið tá tey sum sita við festijørð, í 2007 vóru flutt munandi nærri vanligum vinnu- og virkistreytum eins og onnur líknandi vinnurekandi her á landi. Tó at tað enn er langt á mál fyri at koma upp, ájavnt við vanliga kend vinnuviðurskiftir fyri festarar. Til dømis sum vit kenna tað frá óðalsjørðini, fiskivinnuni og øðrum vinnurekandi. Bara so leingi vit ikki vilja einskilja festijørðina mugu vit hava serliga skipan sum til dømis lóg um landsjørð. Men eg skilji ikki hví skilagóð fólk sum áttu at vita betri, tosa um at tað er alneyðugt at hava ymisk “yvirskipa” lógarkrøv fyri sama øki á einum parti av vinnuni og onnur á hinum helminginum enntá hjá somu vinnugrein? Fyri mær er tað áleið tað sama sum at siga, at vit skulu hava eina serstaka ferðslulóg fyri reyðhærd fólk, umframt lóg um ferðslu.



At játta Búnaðarstovuni meiri pening til at spæla politi er púra burturvið. Og um so verður kemur tað heldur ikki at fyribyrgja, at slíkt ikki hendur aftur í framtíðini tí lógarbrot av ósketni ella óvart henda tíverri í flest øllum vinnum. Serstakt fyri djórahald er tó, at tá so illa vil til fær tað aloftast ógvusligar og eyðsíniligar avleiðingar.



Vil man gera nakað og fyri at stramma upp um eftirlit við djórahaldi og náttúrunýtslu í Føroyum er tað djóraverndarlógin og náttúruverndarlógin man skal lesa og stramma upp uppá og ikki lóg um landsjørð. Tað kundi líka so væl verið á óðalsjørð ella óðalsgarði, at slíkt hendur næstu ferð. Í hesum føri eiga politikarar ikki velja ein part av eini vinnu, sum festarar eru í landbúnaðinum og gera serligar og skerpaðar ásetingar fyri tann avmarkaða bólkin. Tað finnast dømir har festari og óðalsbóndi eru á líka føti í sama haga. Skal so einans skerpa eftirlit vera við festaranum?



Vit hava sum sagt djóravælferðarlógina og sambært § 19, stk. 2 er tað Heilsufrøðiliga Starvstovan, har Landsdjóralæknin eisini er, sum hevur eftirlit við vinnuligum djórahaldi. Vilja vit hava skerpað eftirlit við djórahaldum og stramma upp í eftirlitinum eigur tað sjálvandi at fevna um allan landbúnaðin og øll djórahald soleiðis, at tað verður eins fyri øll. Og tað hava vit also djóraverndarlógina, politi, Heilsufrøðiligu Starvstovuna og Landsdjóralæknan til. Nakað annað er so tað at festari, sambært §5 stk. 3 í Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, kann missa festirættin um hann verður dømdur fyri djóramisrøkt.



Ikki tí at eg á nakran hátt vil forsvara ella verja órøkt ella djórapínslu og heldur ikki festarar, men eg haldi at orðaskiftið er farið av leið í hesum føri og ber brá av alt ov lítlum innliti í festiskipanina, landsins lógir og landaskil. Lesi djóravælferðarlógina!!



Politikarar og onnur klók fólk á landbúnaðarøkinum eiga heldur at arbeiða víðari við at betra um og dagføra festiskipanina sum heild og fáa hana upp ájavnt við onnur vinnurekandi. Játti heldur pening og orku til mennandi ráðgeving og at orðað ein eggjandi og fremjandi landbúnaðarpolitik, sum bøtur um og eggjar til vøkstur har møguleikar eru fyri meirframleiðslu og framgongd.



Hinvegin, um tað veruliga er neyðugt at styrkja og skerpa eftirlitið við misrøkt og djórapínslu styrki so heldur á rætta stað sum er løgreglan og landsdjóralæknin. Dagføri um neyðugt djóraverndarlógina og umhvørvisverndarlógina soleiðis at tað rakar allar borgarar líka javnt.




Hin 29. Mai 2020



Bjørn Patursson,
fyrrv. festari og fyrrv. formaður í Bóndafelagnum.