ADHD: Serligan tørv krevur serlig átøk

Børn við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum 

Øll,
sum hava børn, sum tørva okkurt eyka, vita, hvussu strævið systemið er
at fáast við. Nógv foreldur geva upp, ímeðan summi orka at berjast
soleiðis at børnini fáa onkra hjálp. 



At tað bara eru tey sterku, sum fáa hjálp, er ein demokratiskur
trupulleiki, og tað skal ikki verða soleiðis í framtíðini. Hevur eitt
barn avbjóðingar ella trupulleikar, so skal familjan fáa
familjuráðgeving og ein toghaldara, sum kennir skipanirnar, og sum kann
hjálpa teimum. Hetta er við til at geva øllum børnum somu møguleikar í
lívinum. 






Innsatsur tíðliga er
besta menniskjaliga og fíggjarliga íløgan. Tí er tað sera sera
týdningarmikið, at tað eru nøktandi normeringar, og at vælútbúnir
námsfrøðingar eru á øllum stovum á dagstovnunum. 


Óskilið og ónøgdin á dagstovnaøkinum skal loysast! Námsfrøðingar
hava ein stóran leiklut í at fáa eyga á avbjóðingarnar tíðliga, so at
setast kann inn, og børnini fáa bestu møguleikar tíðliga at mennast. Sama er galdandi innan skúlaverkið.





Gjógvin burtur

Millum dagstovn og
skúla er ein yvirstór gjógv, sum børn við serligum tørvi ofta detta
niður í, tí hvørki stuðulstímar ella vitan fylgja við frá dagstovninum
yvir í skúlan. Tey koma uppaftur kanska eftir nøkrum árum. At
dagstovnar, sum hoyra undir kommununi, og skúlin, sum hoyrir undir
landinum, ikki kunnu samstarva, er ein skeiv konstruktión, sum er
vanlagnulig hjá summum børnum. Vit borgarar rinda fyri skúla og stovnar,
so einki er til hindurs fyri at broyta hetta. Í minsta lagi skulu
stuðlar og tímar fylgja barninum og yvir í skúlan.  




Serskúlastovur, har serútbúnir lærarar
og námsfrøðingar starvast, er besta loysn til børn við ADHD, autismu og
líknandi avbjóðingum. Sambært WHO hava umleið 5 % av børnum ADHD og fitt
minni hava autismu. Tí skulu allir skúlar við 200 næmingum hava 2 ella 3
serstovur.




Frítíðartilboð skulu vera til tey, sum
tørva. Hetta uttan at foreldur mugu berjast fyri tilboðnum, soleiðis at
øll børn fáa javnbjóðis møguleikar. Ikki bert tey við ressursusterkum
foreldrum. 


Í Nám X, Miðnám og hægri útbúgving skulu børnini fáa ein vegleiðara og møguleika at tillaga skúlagongdina. 




Øll børn við avbjóðingum skulu í “Ta góðu tilgongdina”

Almannaverkið
metir, at víðkanin fer at merkja, at umleið 400 børn koma afturat
teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er umleið 7
milliónir einans!


Hettar skuldi fyri langari tíð síðani verið avgreitt. Tí í mun
til tær 400 persónslagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so
kann tann "Tann góða tilgongdin" vera við til at tryggja okkara børnum
eitt gott lív. Í góðu tilgongdini skulu avlastingartilboð,
familjuráðgeving, toghaldari og annað vera. Barnaárini eru stutt, og
nógv børn læra at kompensera fyri eitt nú menningarórógv við røttu
viðgerðini og fáa eitt líka gott lív sum onnur, tá mált verður í heilsu
og inntøku. Tí er tað altumráðandi at seta inn í barnárunum.
Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga. 




Viðgerðartrygd - eisini kognitivar 

Í
dag fáa tey við ADHD ikki fulla viðgerð. Tey fáa bjóðað medisinska
viðgerð; men ta kognitivu, ið er helvtin av viðgerðini, hava vit ikki
ráð at geva. Tað svarar til at seta seg í ein koyristól uttan hjól - Tú
situr væl, men kemur ikki frameftir. 




Bústaðir og tillagað starv

Serøkið
er so fjøltáttað, og avbjóðingarnar so nógvar. Summi tørva vardan
bústað, tá tey verða vaksin, og onnur klára seg sjálvi, men tørva kanska
enn ein toghaldara og kanska heimavitjanir og hjálp til reingerð og
praktisk ting. Umframt hjálp til at finna og eventuelt tillaga eitt
starv.




Serligar gávur krevja serlig atlit

Fólk
við avbjóðingum eru eitt tilfeingi við góðum evnum og gávum, sum kunnu
kasta margfaldað aftur í samfelagið. Men tey eru viðkvom og hava øðrvísi
máta at síggja og hugsa, og tørva nakar tillagingar, rúmd og hjálp.

Kenda gentan, ið byrjaði veðurlagsverkfallini, Greta Thunberg hevur
skrivað søgu og verður samanborin við Pippi og Joan de Arc. Hon er júst
komin á listan hjá Time yvir tey 100 fólkini við mest ávirkan í 2019.
Hon er innstillað til Nobel heiðurslønina, og hon ferðast víða, har hon
talar fyri heimsins leiðarum. Alt hetta hóast hon hevur autismu, kundi
onkur hugsað. Men hettar er eitt sólstráludømi uppá, hvussu evnarík,
klók og týdningarmikil menniskju eru, sum hava aðrar mátar at síggja
heimin, enn tey sokallaðu normalu.




Latum okkum taka eitt megnartak fyri børn og vaksin við avbjóðingum. 




Bjørg Dam 


Valevni Javnaðarfloksins

https://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/megnartak-fyri-brn-vi-serligum.html