4 Parkeringshús mitt í Havn

Parkeringin í miðbýnum má gerast betri


Vantandi parkeringspláss eru orsøk til, at handlar og matstovur mistrívast mitt í býnum. 

Her má vend koma í, tí bilurin er ein natúrligur partur av føroyska húsarhaldinum. 

Fólk mugu sjálv sleppa at velja, um tey brúka bil ella buss. Tað kunnu tey ikki sum er við so fáum parkeringsplássum. 

Her má takast annað skin um bak. Samgongan í býráðnum kann ikki reka fólk úr miðbýnum við at nokta teimum parkeringspláss.

Um viljin er til staðar, ber til at økja talið av parkeringsplássum munandi.

Eg fari at arbeiða fyri 4 nýggjum parkeringshúsum mitt í býnum:

1) Við Ebenezer (sunnan fyri Bøkjarabrekku)

2) Millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu

3) Við Jóhannesar Paturssonargøtu

4) Á Skálatrøð

Heitt verður á allar borgarar í Havn, sum eru góð við miðbýin, um at velja meg til býráðsvalið.

Vinarliga, Jógvan Poulsen á lista A.