1. mai-hald í Vestmanna


Nú verður eisini skipað fyri 1. mai-haldi í Vestmanna. Tað verður gjørt sum ein fundur við røðum og tónleiki.



Tiltakið verður kl 18.30 í gomlu sýslumanshúsunum á Bakkavegi, sum kommunan hevur nýumvæld.



Røðarar verða Hilbert Elisson úr Vestmanna, Sonja Jógvansdóttir frá Samtak og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.



Tað verður Signar í Homrum, sum fer at syngja og spæla.



Fyrireikarunum kunnugt hevur helst ikki verið skipað fyri 1. mai-haldi í Vestmanna fyrr, so tey vóna at undirtøkan verður góð.





Tiltakið verður kl. 18.30. Ein grund til hesa tíð er, at fólk eisini skulu kunna vera við til 1. mai-haldið í Havn, og haraftrat verður annað tiltak í Vestmanna seinni um kvøldið, tað er konsertin við Ken Hensley í Vektarbúðini.





Tað er Norðstreymoyar Javnaðarfelag, ið skipar fyri 1. mai-haldinum í Vestmanna