Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Íverksetarar skulu hava betri umstøður

2020-10-15 12:24

Vit stovnaðu íverksetarahúsið, Hugskotið, sum fekk stóra undirtøku. Nú er stundin komin at víðka hølini til royndarstovur og verkstaðir

 

Hvønn dag fara ungir og árýtnir íverksetarar til arbeiðis í íverksetarahúsinum, Hugskotið, sum vit settu á stovn fyri 6 árum síðani.

 

Íverksetarar samlast í Hugskotinum, sum heldur til í Sjóvinnuhúsinum, og nú er tíðin komin at víðka hølini. Í løtuni hava íverksetarafyritøkurnar skrivstovur og fundarhøli til taks, men vit eiga nú at útbyggja hesar fermetrarnar til eisini at fevna um royndarstovur og verkstaðir. Ætlanin er at taka ein part av Bacalao til nýggju hølini, soleiðis at tað verður beinleiðis samband millum skrivstovur og fundarhøli øðrumegin og royndarstovur og verkstaðir hinumegin.

 

Endamálið við útbyggingini er, at fyritøkurnar kunnu fara víðari við sínum hugskotum í tryggum kørmum at gera ítøkiligar royndir, sum kunnu setast í framleiðlsu.

 

Umleið 30 smærri fyritøkur halda til í húsinum. Hesar nýhugsandi fyritøkur og fólkini aftan fyri fyritøkurnar hava gleði av hvørjum øðrum. Vitjar tú Hugskotið, so traðkar tú inn í eitt brúsandi umhvørvi, har hugflog og hugskot eru við til at mynda framtíðina.

 

Okkurt verður ongantíð veruleiki, og okkurt annað veksur seg til eina heila vinnugrein. Soleiðis skal tað vera, men tað týdningarmiklasta er, at vit sum kommuna geva hesum framskygdu fólkum røttu umstøðurnar.

 

Eg vil halda fram at menna íverksetaraumhvørvið í høvuðsstaðnum í komandi valskeiði, um eg verði valdur aftur í Tórshavnar býráð á valinum 10. november.

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin

og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð