Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ítrottarhøllin skal gerast liðug

2020-09-12 20:03

 Høllin var harðliga tiltrongd tá ið hon enduliga stóð liðug. Tað var ein stórur dagur fyri allan Kollafjørð, serliga lokala ítrottarfelagið KÍF.

Tilgongdin frá spakin var settur í til høllin stóð klár var long og strævin. Eg trúgvi ikki at nógv ung í dag geva sær far um hvat fortíðin var. Eg havi verði til venjing inni á Skála og Vestmanna í øllum veðrið og eftir samanleggingina við høvðusstaðar kommununa og meðan høllin stóð í gerð, var vænt í Hoyvík. Ja dystir á stevnum vóru úti í skúlagarðinum á asfalti. Hetta eru karmar ígjøgnum øll míni barnaár sum hondbóltsspælari hjá KÍF, tá ið venjing ikki var inni í lítlu samerandi fimleikarahøllini, har tað eina liði altíð endaði við at verja eitt fótbóltsmál, fyllir næstan alla høllina!!

Hallarstuðlar, sum var sjálvboðin felagsskapur úr Kollafirði, eiga stórt rós og æru uppiborið, av tí framgongd KÍF hevur havt í hesum sambandið. Hetta var berandi orkan í byggingini.

MEN…

Í dag vit kunna líta aftur frá ár 2020 so er nógv hent á hesum økið, men onki komið butur úr. Vit tosa um eitt langt tíðarskeið. Samkomuhøllin er framvegis ikki liðug.

Tað er nógvur peningur ið er settur av til høllina tilsamans. Men teir koma bara norður at venda áðrenn teir fara suður aftur og soleiðis hevur karusellin koyrt runt líka síðan.
Í grein á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu frá 27 feb. 2012 verður enn ein ætlan um innrætting av ovaru hæddini lýst. Vit skriva 2020 og enn er onki hent. Full útgáva av greinini liggur her á síðuni.

Hetta er eisini ein samkomuhøll. Tó eru onnur enn ítrottar tiltøk fáment. Køkurin sum ikki kom fyrrenn í 2017, er ikki hóskandi køkur til stór tiltøk. Eg veit hetta, tí køkurin bleiv settur upp beint undan brúðarveitsluna hjá konuni og mær, ið var hildin har. Peningurin ið var settur av til køkin var minkaður tá ið hann skuldi keypast. At leiga høllina var ikki nokk, køkurin í arbeiðsmannafelagshúsinum mátti eisini leigast, skuldi veitslan ikki misseydnast. Tit kunna hugsa tykkum hvat kokkar og arbeiðsfólk hugsaðu tá ið tey sóu hvat stóð fyri teimum. Men hetta eru kollfirðingar vorðnir vanir við. Var tað ikki fyri framúr hjálp frá hallarvørðinum hjá okkum, hevði verði heilt galið. Hann er passioneraður og ábyrgdarfullur fyri sítt arbeiði, og tær veitslurnar sum hava verði, hava havt sera stórt gagn av hesum.

Kollafjørður hevur stóran tørv á høllini. Ein stórur varði eru í teimum 1000 tals tímum kollfirðingar hava arbeitt ókeypis fyri, at høllin kundi gerast verðuleiki, tí kommunan vildi ikki gjalda kostnaðin.

Hetta kann høvðusstaðar kommunan ikki bjóða sínum borgarum.
Eitt umfatandi arbeiði er ígongd í løtuni, við at gera rúm at húsa styrkiðvenjing og tílíkum. Men tað er bara spurningur um tíð so eru vit aftur í tí gamla. So tað er tørvur á eini hugburðbroyting hjá avarðandi mynduleika í kommununi. Lat okkum ikki steðga upp í tí ómøguliga. Lat okkum heldur brúka tað sum motivatión til, at venda stirvnu gongdini til møguleika.
Høllin skal hava tær umstøður slíkt umhvørvið hevur tørv á til ítrott og samkomu.
Høllin í Kollafirði skal dagførast nútíðini.

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eitur: Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020