Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ísrael: Til lukku við teimum 65 í 2013

2013-08-20 22:16

Mark Twain vitjaði í tí Heilaga landinum í 1867 og skrivaði um tað, hann sá, í Innocents Abroad. Tá segði hann millum annað um hetta umráðið:

“Eitt oyðið land, uttan vøkstur og íbúgvar.” Og víðari segði hann: “Eitt oyðið land við ongum íbúgvum, har jørðin er góð, men har ókrútið hevur valdið. Eitt tigandi sorgarbundið stað, ein oyðimørk. Vit sóu ikki eitt menniskja á allari ferðini og neyvan eitt træ ella ein runn nakrastaðni. Sjálvt oliventræðið og kaktusurin, hesir føstu vinir hjá virðisleysari jørð, vóru eisini sjáldsamir.”

Í Esekiel 36, versini 8 – 11 stendur:

8 Men tit, Ísraelsfjøll, á tykkum skulu greinarnar vaksa aftur, og tit skulu bera Ísrael, fólki Mínum, ávøkst; tí tey skulu skjótt koma aftur.

9 Tí Eg komi til tykkara, Eg skal venda Mær til tykkara, og tit skulu verða dyrkað og sáað.

10 Eg skal lata menniskju koma niðan á tykkum – alt hús Ísraels – í býunum skal aftur búgva fólk, og toftirnar skulu verða upp aftur bygdar.

11 Ja, Eg skal lata nøgd av menniskjum og fæi koma niðan á tykkum, og tey skulu nørast og vera fruktbør; Eg skal lata fólk búgva á tykkum sum í fornum tíðum og gera tykkum enn meiri gott enn í hini fyrru tíð tykkara – og tit skulu sanna, at eg eri Harrin.

Onkuntíð verður sagt, at Ísraelsfólk hava onki at gera í Miðeystri og enn minni í Samaria og Judea (Vestara Áarbakka).

Søguliga sæð hava jødar búð í hesum økinum í fleiri túsund ár, líka síðani Ábraham, ættarfaðir teirra, kom hagar, og eftir útlegdina í Egyptalandi.

Ár 70 er ein jødiskur uppreistur ímóti rómverjum, og tað jødiska templið og Jerúsalem verða løgd í oyði. Søguskrivarin Josephus sigur at 1.100.000 fólk vóru dripin, harav tey flestu vóru jødar. 97.000 vóru tikin til fanga og blivu trælir.

Í árinum 135 er ein síðsti jødiskur uppreistur ímóti rómverjum (Bar Kochva uppreisturin), og jødarnir hava í 3 ár valdið yvir tí, sum eftir er av Jerusalem, men eftir hetta verður uppreisturin niðurbardur og nógvir jødar dripnir. Fleiri hundraðtúsund verða vístir av landinum ella seldir sum trælir. Navnið Judea var broytt til Palestina, og jødar høvdu onga atgongd til Jerusalem, og býurin bleiv endurbygdur við nýggjum navni. Eftir hetta hevur tað jødiska fólkið verið spjatt út um tað mesta av heiminum, men ein leivd hevur alla tíðina búð har. Teimum útlagnu hevur tó alla tíðina longst heimaftur. Kend er heilsanin millum jødar í útlegdini: “Næsta ár í Jerúsalem.”

Tað eru fleiri hundrað ár síðani, at teir fyrstu jødarnir fóru at flyta aftur til tað lovaða landið.

Vegna mikla atsókn fóru fleiri jødar úr Russlandi í 1880unum.

Pogromer (atsóknir) fyrst í 1900-talinum í Russlandi høvdu við sær, at nógvir jødar frá 1904 til 1941 fóru til Palestina. Jødiskir felagsskapir savnaðu inn pening um allan heim og keyptu jørð í Palestina, har hesir jødar búsettust, og bóndasamfeløg vóru grundað.

Theodor Herzl livdi árini 1860 – 1904. Hann grundlegði politisku zionistisku rørsluna. Í 1896 skrivaði hann bókina Der Judenstaat. Herzl var væl fagnaður, serliga av eystureuropeiskum og russiskum jødum. Í 1909 verður tann fyrsta kibbutzin (sosialistiskt bóndasamfelag) sett á stovn. Sama árið verður býurin Tel Aviv bygdur undir liðin av tí arabiska havnarbýnum Jaffa. Hesi árini flyta eisini nógvir arabarar til Palestina.

Í 1914 eru o.u. 85.000 jødar og o.u. 500.000 arabarar í Palestina. (Israel Online).

Eitt sera týdningarmikið stig á leiðini til at endurstovna tað ísraelska ríkið var Balfouryvirlýsingin, sum kom í 1917. Í Balfouryvirlýsingini lovar tann bretska stjórnin at síggja við vælvild á, at jødarnir fáa eitt tjóðskaparligt heim í Palestina, við virðing fyri teimum, sum í umráðnum búgva.

Í apríl 1920 varð hildin ein friðarráðstevna í San Remo í Italien við luttøku av teimum sameindu londunum undir fyrra heimsbardaga, m.a. Onglandi og Fraklandi. Í niðurstøðuni á hesum fundi varð staðfest, at alt Palestina skuldi verða tað tjóðskaparliga heimið hjá jødum úr øllum heiminum. Lord Curzon segði: “That Palestine was in the future to be the National Home of the Jews throughout the World.” Um ein lesur tann enska og tann franska tekstin, sum var skrivaður á hesi friðarráðstevnu 24. apríl 1920, so sæst, at Palestina var tikið úr tí Ottomanniska ríkinum við tí eina endamálinum at stovna eitt heim og ríki fyri jødarnar. Niðurstøðan á San Remo ráðstevnuni varð tikin til eftirtektar av Fólkaforbundinum, sum var áðrenn ST.

Ongland leyp seinni frá avtaluni og gjørdi nógv fyri at forða jødum í at koma inn í landið, meðan teir høvdu ræðið á mandatinum. Tá ið Hitler kom til valdið í 1933 fluttu nógvir jødar úr Evropa.

Árini 1933-1936 komu o.u. 175.000 jødar til Palestina. Í 1936 vóru 370.000 jødar í Palestina og arabararnir vóru o.u. 950.000. (Israel Online). Í 1937 sigur Nazitýskland seg ikki taka undir við, at landið (Palestina) verður lutað sundur ímillum arabarar og jødar, og ger tað alt fyri at standa seg væl í eygunum á arabarum har. Muftien í Jerúsalem, Haj Amin al-Husseini, tekur undir við Týsklandi og nýtir tess antisemittisku propagandu. Sum tøkk fáa arabararnir í Palestina vápn úr Týsklandi at stríðast ímóti jødunum við. Ongland kom í 1938 við eini ætlan, har arabarar og jødar skuldu sameina síni peningaligu viðurskifti, soleiðis at arabararnir kundu fáa lut í tí jødisku framgongdini. Tann jødiski staturin skuldi verða 1/20 partur av Vesturpalestina ella 1/100 partur av tí upprunaliga mandatumráðnum. Jødarnir vístu hesum aftur og søgdu, at teirra land bleiv ov lítið. Arabararnir søgdu eisini nei, av tí at teir als ikki vildu góðtaka, at jødarnir fingu nakað land yvirhøvur.

Hóast hetta valdu jødarnir í 1939 at vera saman við Onglandi í stríðnum ímóti nazismuni.

Mong fólk halda, at Ísrael hevur hertikið Samaria og Judea (Vestara Áarbakka). Hetta er als ikki so. Jordan tók hetta umráðið í 1948, tá ið tað saman við Egyptalandi, Sýria og fleiri arabiskum londum royndi at týna tann nýggja ísraelska statin. Tá ið Jordan saman við Egyptalandi og Sýria aftur leyp á Ísrael í 1967, var hetta umráðið tikið frá teimum aftur. Jødarnir hava eftir altjóða rætt fullan rætt at búseta seg í hesum øki. Eg taki eitt brot úr bókini The Legal Foundation and Borders of Israel under International Law av Howard Grief. Síða 32 frá reglu 3.

Tá ið altjóða lóg í formi av San Remo niðurstøðuni góðkennir, at tann juridiski yvirrætturin yvir øllum tí søguliga Palestina og Ísraelslandi er givin tí jødiska fólkinum, kann hvørki hægsti rættur hjá teimum viðkomandi sameindu londunum, Fólkaforbundið, ella ST, sum kom aftaná, síðani endurnýggja ella broyta jødiskan yvirrætt við eini nýggjari avgerð. Bindandi ognarrættur ella rættur til Palestina er við alla fluttur til tað jødiska fólkið, og ein og hvør rættur, sum tey leiðandi sameindu londini frammanundan høvdu í hesum landinum, er burturdottin, eftir at ríkið er sett á stovn. Tá ið tað kemur til Fólkaforbundið, hevði tað ongan myndugleika í sínum viðtøkum at taka burtur rætt jødanna til yvirveldið yvir nøkrum parti av Palestina og tann ætlaða jødiska statin undir bretska mandatinum. Ei heldur kann ST undir sínum Charter gera hetta. Um hesir felagskapir veruliga høvdu hendan rætt mótvegis Palestina og ísraelslandi, hevði yvirrætturin hjá hvørji tjóð í heiminum yvir sínum egna umráðið verðið í sett í vanda. Howard Grief.

Í 1947 samtykti ST at luta palestinamandatið í tveir statir: ein jødiskan og ein arabiskan stat. Jødarnir góðtóku hesa ætlan, men tann Arabiska Ligaen vildi ikki góðtaka hetta.

Tann 14. mai 1948 var tann ísraelska tjóðin sett á stovn. Dagin eftir lupu fleiri arabisk lond á Ísrael við tí ætlan at blaka allar jødar í havið. Hetta miseydnaðist sum kunnugt.

Tað búgva nú o.u. 8 milliónir fólk í Ísrael. Av hesum eru o.u. 6 milliónir jødar (JEWIS VIRTUAL LIBRARY) apríl 2013.

Eg endi við nøkrum versum úr 5. Mósebók, kapitul 30, vers 1 – 5:

1 “Táið tá alt hetta kemur yvir teg, signingin og bannið, sum eg havi lagt fyri teg, og tú tekur tær tað at hjarta úti millum øll fólkini, ið Harrin Gud tín fer at reka teg burtur til,

2 og tú av øllum hjarta tínum og allari sál tíni vendir við til Harran Gud tín og hoyrir rødd Hansara í øllum, sum eg í dag gevi tær boð um - bæði tú og børn tíni –

3 tá skal Harrin Gud tín venda lagnu tíni og vísa tær náði og savna teg saman aftur frá øllum fólkunum, ið Harrin Gud tín hevur spjatt teg ímillum.

4 Um tit so eru rikin burtur líka at enda himmalsins, skal Harrin Gud tín savna teg saman og fara higar eftir tær.

5 Harrin Gud tín skal leiða teg til landið, ið fedrar tínir áttu, og tú skalt fáa tað í ogn; Hann skal gera væl við teg og lata teg nørast, enn meiri enn fedrar tínar.

Heri av Reyni