Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Islam ella demokrati, annað hvørvur

2015-02-08 02:29

 

Skula vit varðveita okkara vesturlendska demokrati? Henda lívsháttin, ið vit eru uppald í. Okkara vesturlendska sivilisatión, við opnum samfeløgum og persónligum frælsi til hvønn einstakan. Henda lívsháttin, ið hevur ment okkara sivilisation við sjálvstøðugum menniskjum, har frælsi og ábyrgd er ein fyritreyt. Samfelagið, har vit eru samd um tað grundleggjandi og oftani ósamd um næstan alt annað. Trúarfrælsi er, hjá okkum, ein grundleggjandi rættur. Valið hjá okkum er nú, antin at skerja trúarfrælsið ella at missa demokratiið. At lata vera við at velja, er eisini at velja. Henda støðan er nýggj, tí fyrr hevði vesturheimurin so fáar muslimar. Í Týsklandi taldu teir færri enn 7000 í 1960, í dag eru teir 4 milliónir. Demokrati er treytað av at vit vilja tað. Islam vil ikki demokrati. Islam er í ferð við at avtaka vesturliga sivilisatión innaní frá. Avgerandi spurningurin er ikki um, nær vit vakna. Avgerandi spurningurin er heldur: “Er tað longu ov seint?”

 

Hvussu tað skal skiljast, tá eg umtali radikalar muslimar: Tað er eymt at tosa um ymiskleikar, tá tað snýr seg um aðrar mentanir. So skjótt ein (negativur) munur á tveimum bólkum verður umtalaður, verður man skýrdur fyri at vera ein, ið generaliserar og ikki dugir at skilja margfeldi í menniskjanum og margfeldi í einari vanligari mentan. Hesin tankin tykist at vera tengdur at humanismuni. Argumentið ljóðar generelt umleið soleiðis: Øll hava sínar ekstremar og sínar normalitetar, og tí kann ikki gerast munur á nakrari mentan, tá tað kemur til ekstremistar. Hesin tankin tykist í so bíligur, tí hetta merkir bara, at alt er líka og einki mennir seg í mun til sína egnu søgu og egnu mentan. Ekstremar avspegla eina ávísa mentan, teir avspegla ikki bara menniskjað sjálvt. Ein mentan kann heldur síggjast metaforiskt sum ein vistfrøðilig skipan ella ein organisma, ið hevur fleiri partar og undirbólkar, ið liva saman. Og víðari at ein mentan má eisini síggjast í mun til sítt egna margfeldi (ikki bara onnur mentanarlig margfeldi) og í mun til sín egna samanhang. Ekstremistar eru ikki uttan samanhang og koma ikki onga staðni frá. Man má analysera ekstremistar í mun til ta mentan teir eru partur av. So í staðin fyri at tosa um generaliseringar, har man deilir eina heila populatión í tvey (”normal ella ekstrem”), tykist tað fornuftigari at tosa um ’útbreidd ella dominant trekk í mun til ein defineraðan bólk - og hvussu hesi trekk koma til sjóndar í ymiskum pørtum av hesum bólki’. Tvey føroysk dømi uppá útbreidd trekk eru ”nærvera” og ”at ikki duga væl at siga frá”. Hetta merkir ikki, at øll eru nærverandi og at øll eru minni dugnalig til at siga frá. Og ei heldur eru persónar antin nærverandi ella ikki nærverandi. Men hetta eru útbreidd trekk í tí føroyska fólkinum og tað er helst sannlíkt, at hetta hongur saman við restini av mentanini. Í stuttum: Tá eg tosi um radikalt Islam, so tosi eg ikki bara um teir ekstremu, men eisini út frá hvørjum samanhangi hesir fáa sítt ekstrema frá. 

 

Talið veksur skjótt. Í 1960unum og í 70unum, vóru ikki nógvir muslimar í Danmark. Í dag  búgva 4,2% ella umleið 240.000 muslimar í Danmark og talið veksur lutfallsliga skjótt. Orsøkin er m. a., at muslimar fáa fleiri børn, fáa familjusamanføringar og so tað, at hjúnarfelagin til næsta ættarliðið oftani verður inngiftur til Danmarkar úr islamskum landi.

 

Danir ræðast islam. Ein kanning hjá Gallup í 2008 vísir, at 79% av teimum spurdu dønunum halda, at ein størri samskiftismøguleiki við muslimska heimin, heldur er at fata sum ein hóttan enn ein møguleiki.

 

Okkara vesturlendski hugsunarháttur er merktur av kristnu lívsáskoðani, har tann einstaki hevur frælsi við ábyrgd. Hetta er eisini galdandi fyri tey, ið ikki meta seg sum kristin. Hetta kemst av okkara mentunararvi, ið hevur sín virðisuppruna úr kristnu lívsáskoðanini.

 

Í muslimska hugsunarháttinum, ið er knýttur at tvingsli og revsing, finst einki val. Tað er deyðadómur, um ein muslimur konverterar frá islam. Øll børn, ið eru fødd av muslimskum foreldrum eru at rokna sum muslimar. Her er einki frælsi til at trúgva øðrvísi, eingin møguleiki til at velja.

 

Í islam er eingin skilnaður millum átrúnað og politikk. Tað er bara við at doyggja í bardaga fyri islam, at ein muslimur kann vera heilt vísur í at ogna sær paradís. Annars er tað knýtt at hansara lívsverki og tí endaliga dóminum, ið Allah velur at fremja. 60% av versunum í Koranini snúgva seg um jihad/heilagt kríggj. Fyri at fremja jihad/heilagt kríggj er loyvt muslimum at nýta svørð, lygn og svik. Islam merkir at geva seg undir. Muslimur merkir ein ið gevur seg undir Allah. Málið er at leggja allan heimin undir islam. Allah áleggur øllum teimum, ið geva seg undir hann, at fremja jihad/heilagt kríggj. Hetta vinnur altíð í longdini í islam, av tí at tey ídnu stíðast fyri tí, og hini verða noydd til at fylgja við. Muslimar í vesturlendskum londum síggja seg sum tey, ið eiga rættindini í londum teirra vantrúgvandi, hóast tað ikki enn er komið á mál við ætlan teirra.

 

90% av Koranini snýr seg um Muhammed og 10% um Allah. Islam og Koranin krevja at muslimar eftirlíkna Muhammed. Fyrstu 13 árini í Mekka hevði Muhammed fá viðhaldsfólk og lítið vald. Hann var samstarvshugaður, tolerantur og ongar ábendingar vóru um valdsmisnýtslu. Hann fyrigav teimum, sum særdu hann, og royndi ikki at hevna seg. Men eftir at Muhammed kom til Medina, broytti hann fullkomuliga atferð. Tá ið hann fekk størri vald, eydnaðist tað honum eirindaleyst at leggja stór landaøki undir islam. Í teimum meira enn 1400 árunum síðani islam byrjaði, eru 49 lond (lond við meira enn 50% muslimum) við tvingsli undirløgd islam. Og tað er bara við valdi, at lond hava megnað at loysa seg frá islam gjøgnum søguna. Spania gjørdi tað í 1492. Gjøgnum tey 1400 árini, síðani islam byrjaði, er einki undantak hesum viðvíkjandi. Muslimar skulu eftirfylgja Muhammed, og er hetta tí mynstrið, ið sæst í islam.

 

Heldur ikki í byrjanini toldu muslimar kritikk. Ein kvinna, Asma Bint Marewan, yrkti Muhammed tátt. Hann fekk tá ein av viðhaldsmonnum sínum at drepa hana. Muhammed toldi ikki at verða niðurgjørdur og tað mynstrið er varðveitt fram til dagin í dag. Vit sóu tað í ógvusligu drápunum í París fyri kortum.

 

Ikki vinsemi við ikki muslimar. Tað er ikki loyvt muslimum at gerast vinir við ikki muslimar á tann hátt, sum vesturlendsk fatan av vinarlagi er. Muslimar rokna seg sum harrafólk yvir øllum øðrvísi trúgvandi menniskjum. Ein muslimskur maður kann gifta seg við kristnari ella jødiskari kvinnu. Henda kvinnan noyðist at frásiga sær umsiting av egnum lívi. Tær kunnu ikki víðarigeva egnu trúgv til síni børn, tí børnini skulu uppfostrast sum muslimar. Tann ikki-muslimska kvinnan noyðist eisini at vera samd í at liva í kynsligum trældómi, og kann bukast, um hon ikki samtykkir. Muslimskar kvinnur kunnu hinvegin ikki giftast við ikki muslimskum monnum.

 

Koranin lærir muslimar at smíla til okkara, hóast tey hata okkum, ið ikki deila teirra trúgv. Tey uppfata øll øðrvísi trúgvandi, sum verandi í móti islamsku hugsanini um at vinna heimin fyri Allah, og av hesi orsøk vera vit fíggindar teirra.

 

Dupultspæl Muslimum er loyvt at sýna vinskap við vantrúgvandi uttaná, men ongantíð innaní. Al-Bukhari, ein lærdur muslimur viðmerkir til Koranuna 3:28: “Vit muslimar smíla í móti andlitum teirra vantrúgvandi, hóast okkara hjørtu forbanna teimum”.

 

Loyvt at lúgva um at tað at vera muslimur Í Koranuni 16:106, verður tað loyvt muslimum at siga seg ikki vera muslimar, um hetta er í kríggi. Og, islam er í konstantum kríggi við øll lond og økir, ið ikki eru undirløgd islam. Allur vesturheimurin er krígsøki fyri islam.

 

Muhammed framdi dupultspæl fyri at fremja islam og sama er álagt øllum muslimum. Tá muslimar t. d. nevna islam ein friðarins átrúnað, so er tað einki grundarlag fyri útsøgnini í 1400 ára søgu islams. At lumpa fíggindan er ein meginregla í Koranini. Ein veit ongantíð, um ein muslimur sigur satt, tá tað kemur til jihad/heilagt kríggj. Og, allur vesturheimurin er krígsøki fyri islam. Um okkurt verður sagt ella skrivað, ið tykjist at vera í móti radikalum islam, okkurt, ið fær okkum at vóna at nú verður betri, tá kann eisini tað vera ein jihad-snilda. Málið er at vinna heimin fyri islam. Sjálvt tað at lúgva er ein góður gerningur fyri ein muslim, tá tað kemur til at fremja jihad/heilagt kríggj. Kensluliga, við okkara mentunararvi, hava vit í vesturheiminum lítlan møguleika at skilja hetta.

 

Orsøkin til at tað ikki eydnast at integrera muslimar í eitt vesturlendskt demokrati er, at teirra átrúnaður ikki loyvir tí. Muslimar eru ein bólkur, ið ikki ynskir at gerast partur av nakrari øðrvísi mentan. Teir rokna øll menniskju ið eru ikki-muslimar, sum mótstøðufólk, ið antin skulu týnast ella undirleggjast muslimskt harradømi. Kristin og jødar, kunnu við skerdum rættindum og ofta eisini forfylgd og trælkað, liva í islamskum londum. Hetta hevur altíð verið soleiðis í islamsku londunum. Tey, ið ikki hava slíkan monoteistiskan átrúnað, mugu antin konvertera til islam ella eisini verða dripin. Og øgiliga nógv verða dripin, eisini kristin og jødar.

 

Islam kann ikki reformerast. Samanborið við trúbótina við Martin Luther áðrenn og aftaná 1517, so finst reformatións møguleiki ikki í islam. Galdandi kristindómur fram til fleiri hundrað ár fyri trúbótina, hevði einki samsvar við innihaldið í Nýggja Testamenti. Sama er ikki galdandi fyri islam, tí í mun til kristindómin, so er islam ongantíð farið úr sínum upprunaliga spori.   

 

Í Onglandi eru sharia dómstólar og í Fraklandi, eru øki ið løgreglan ikki hevur ræði á og í fleiri førum ikki torir at ferðast í. Har er í praksis islamsk sharia lóggáva galdandi. Í Svøríki eru 55 økir, ið eru undirløgd skipaðum islamskum brotsmannaliðum. Fólk tora heilt einfalt ikki at seta seg upp í móti teimum. Í okkara mentan liva vit sum frælsir einstaklingar, men muslimar halda saman í bólkum og tí verða teir fleiri ímóti einum í okkara opnu frælsu samfeløgum. Teir útnytta tað eirindaleyst, og vit hvørki duga ella eiga at fyrihalda okkum til tílíkt lógloysi.

 

16 – 25% víðgongdir muslimar. Í eini sjónvarpssending á CNS news, segði Birgitte Gabriel, (ið er stovnari, forseti og stjóri á ACT! for America), at sambært øllum heimsins fregnartænastum, so eru tað 1,2 milliardir muslimar, og at, av hesum eru tað millum 16% og 25%, ið eru víðgongdir. Í tølum merkir hetta, at tað eru 180 til 300 milliónir muslimar, ið hava sum endamál at oyðileggja vesturlendsku mentanina. Aðrar keldur meta tað øðrvísi á viðhefta linki. *2)

 

Um friðarliga meirilutan av muslimum, sigur Birgitte Gabriel: at hóast (Nazi-) Týskland, Sovjet, Kina og Japan øll høvdu friðarligar meirilutar, tá hesi somu lond hvør sær framdu ræðuligar mannatýningar, so vísti allar hesar hendingar, at friðarligi meirilutin var týdningarleysur í mun til tað sum fór fram.

 

Tøl frá februar í 2012: muslimar í europeiskum/øðrum fonglsum í mun til heildartal av fongslaðum:

 

Lond

% ið eru muslimar av samlaða fólkatalinum

% fongslaðir muslimar í mun til øll fongslaði

Størri fongsulsumboðan enn onnur

Danmark

4,1 %

19 %

5,5 ferðir

Holland

(5,5 %)

(áleið lutfall sum í DK)

(áleið lutfall sum í DK)

Belgien

(6 %)

(áleið lutfall sum í DK)

(áleið lutfall sum í DK)

Spania

2,3 %

70 %

98,1 ferðir

Ongland og Wales

3 %

12,6 %

4,7 ferðir

Frankaríki

12 %

60 %

11,1 ferðir *viðm.

USA (2013)

0,8 %

15 % (2013)

21,8 ferðir

 

Tað eru tvær høvuðsorsøkir til mongu fongslaðu muslimarnar. Tann fyrra er, at muslimar fremja nógv fleiri lógarbrot enn upprunaíbúgvar í vesturheiminum. Hinvegin eru donsku hagtølini yvir brotsverk lægri fyri innflytarar úr ikki muslimskum londum, sum t. d. Kina, Vietnam og Sri Lanka. Hetta, hóast  Sri Lanka hevur verið hart rakt av borgarakríggi frá 1983 til 2009. Tann seinna orsøkin er óhugnaliga gongdin, ið fer fram innan fongsulveggirnar. Muslimarnir eru skipaðir í bólkum og halda saman í fongslinum. Teir gera seg miðvíst inn á einstaklingar í fongslinum við antin at hótta teir til at konvertera til islam, ella bjóða teir teimum verju í fongslinum afturfyri at konvertera til islam. Nógvir av teimum fongslaðu síggja sær tí ongan annan útveg enn at gerast muslimar. Endamálið við at fáa fangarnar at konvertera til islam er at vinna fleiri viðhaldsfólk til at fremja jihad/heilagt kríggj.

 

Fyrsti forsetin í Singapore Lee Kuan Yew, ið sat frá 1959 til 1990, leiddi Singapore frá menningarlandi til eitt tað mest framkomnað landi í øllum Asia. Hann skrivar hetta um integratión í bók síni, Hard Truths to Keep Singapore Going, frá 2011: I would say today, we can integrate all religions and races except Islam.”

 

Einaferð segði ein: “av ávøkstinum kennist træið”. Ein kann blíva við at finna nýggjar umberingar fyri, hví integratiónin ikki eydnast, tá talan er um islam. Fruktirnar siga okkum, hvørjum træi tær koma av. Í avgerðum mugu hjartalag og skil fylgjast at. Avgerðina kunna vit taka, men tað verða okkara børn, ommu- og abbabørn, ið koma at missa teirra frælsu framtíð, vegna okkara ábyrgdarleysu val.

 

Í løgmansrøðuni um ársskiftið, varð støðan við flóttafólki viðgjørd. Í tílíkum føri, kunnu Føroyar, um ynski er um tað, fíggjarliga samstarva við Dansk Flygtningehjælp. Hesin felagsskapur ger eitt munandi arbeiði á staðnum í fleiri londum, her í millum eisini í Sýria og í Turkalandi. Tá kunnu Føroyar vera við til at hjálpa flóttafólkum og hesi eru, tá, framvegis í einum islamskum landaøki.

 

*) vegna franskt forboð fyri at skráseta hagtøl av etniskum og átrúnaðarligum fólkapørtum, hevur amerikanska blaðið Washington Post leitað sær kunnleika hjá serfrøðingum á økinum.

*2) http://www.thereligionofpeace.com/pages/opinion-polls.htm

 

Jaspur Johannesen