Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Integratión - vit mugu lyfta í felag!

Málráðstevna um námsfrøðilig amboð og tilvitan innan vaksnamanna undirvísing í føroyskum, sum fremmandamál.

Líka so drúgv sum henda yvirskriftin er, líka so drúgt, breitt og umfatandi er økið um tilflytan.

Og vit kunnu væl loyva okkum at finna orsøkir til, at málið um tilflytarar dregur út, tí tað krevst ein sera skipað tilgongd, tað krevjast fólk og bólkar innan ymisk øki, tað krevst fígging, deilmál, politikkir, lógir, amboð, undirvísing, samstarv millum land og kommunu og allur góður vilji.

Og nær hava vit stáplað alt hetta upp á beinini?

Tað er ein jungla av lívsstøðum, førleikastøðum, mentanarstøðum og familjustøðum, sum skulu flættast inn í tilboð og lívsdygd á føroyskum.

Vit mugu finna leistin, finna samstarvið, tí vit hava so brúk fyri øllum góðum kreftum, nýggjum fólki, nýggjum íblástri og nýggjum vindum.

Eins og tað er avgerandi fyri tilflytaran og hansara lívsdygd, at vegurin er slóðaður og at vit sum myndugleiki skapa karmarnar fyri góðari tilflytan.

Í grannalondum okkara eru tey komin longur og hava gjørt royndirnar, bæði på godt og ondt, og spyrja nú meira um hvat tann góða integratiónin er. Danir spyrja um tað er, tá tilflytarin er fjeppari av danska landsliðnum. Skilir humor og jantelóg ella kennir søgurnar hjá H.C. Andersen. Hjá okkum kundi talan verið um kvæðamentan og fosturlandssangir.

Ikki fyri at taka mótið frá okkum, men hvat er tann góða integratiónin, og hvussu kunnu vit sum fólk geva tilflytaranum kensluna av at hoyra til, og vera partur av okkum og okkara mentan.

Tað er ikki bara politikkur, men sambond og gerandisdagur.

Sum kommuna, starvsfelagi, arbeiðsgevari, skúli, kirkja og felagsskapir yvirhøvur, eiga vit at spyrja, hvat vit kunnu gera fyri at samansjóva okkum sum fólk.

Eg hevði verið fegin um vit eisini fingu tað sum átaksøki – soleiðis, at líka so væl sum vit hugsa burðardygd, sum vit hugsa fólkaheilsu, sum vit hugsa fyribyrging, hugsa integratión sum ábyrgdarøki og persónliga uppgávu.

Í dag eru vit komin saman til málráðstevnu.

Eg fegnist um, at til ber at skipa henda fyrilestradag við sera viðkomandi evnum. Eisini vil slíkt tiltak, har skúli, land og kommuna eru saman, styrkja okkum og geva okkum eina felags linju, soleiðis at vit tosa ‘sama mál’ um málundirvísing og lættari kunna samstarva víðari um økið.

Eg fegnist um,at vit sum kommuna eru virkin og í størri mun samskifta við viðkomandi fólk, ráð, myndugleikar og stovnar, kanska sum toghaldarar – í fyrstu atløgu, fyri síðani betri at síggja, hvussu vit hvør í sær taka ábyrgd av egnum ábyrgdarøki, integratiónini at frama.

Eisini er ynskiligt at varpa ljós á leiklutin hjá tilflytarum sjálvum, eggja teimum til at søkja tey tilboð og støð, tíðindi og miðlar, sum føra til sosialisering og persónliga menning, soleiðis at týdningurin av sjálvsábyrgd ikki verður undirmettur.

Vit hava sett hol á, vit hava flutt okkum frá at hugsa móttøku og praktisk viðurskifti, til at hugsa um tilflytaran sum einstakling við mentan, avbjóðing og styrki.

Í samgonguskjalinum hava vit bundið okkum til at lyfta økið og eins og arbeitt verður hvønn dag at betra um viðurskiftini, hava vit sett fýra fokussøki á skrá fyri 2019, tey eru, integratión av børnum, málmenning, starvsvenjing og tiltøk.

Økið er stórt, krevur tíð, samstarv, áhaldni og stremban.

Við vón um gott arbeiðslag, felags stev, góða eydnu við arbeiðinum og við ynski um góða ráðstevnu og framburð á integratiónsøkinum.

Bergun Kass, Tórshavnar býráð