Integrasjón, tungumál og fjølbroytni

Integrasjón merkir upprunaliga at savna fleiri partar í eina heild. Í samfelagshøpi brúka vit orðið fyri, at menniskju finna eitt felags stev í umhvørvinum, har tey liva. Og vit hava góðar møguleikar fyri væl eydnaðari integrasjón í okkara samfelag.
 
Seinastu árini hevur talið av fólki, sum eru flutt til Føroya og sum koma frá londum uttan fyri Norðurlond, verið vaksandi. Í 2017 fingu 846 persónar uppihaldsloyvi í Føroyum og av hesum fingu 71 varandi uppihaldsloyvi. Meginparturin av teimum, sum søkja um fyribils uppihald, koma í arbeiðsørindum, meðan varandi loyvi, serliga verða givin í sambandi við familjusameiningar. Og tað eru serliga hesi seinnu, sum eg eri áhugað í. Teimum, sum ynskja sær at verða verandi í Føroyum. At gerast ein partur av samfelagnum, og vónandi eisini at fjølga um samfelagið.
 
Hava vit nóg góðar umstøður at taka ímóti hesum fólkum í dag? Ein kann til dømis spyrja seg sjálvan, um tað er nóg gott, at útlendingar, sum koma til Føroya, í alt ov lítlan mun fáa brúkt sína útbúgving. Er tað nóg gott, at útlendskir pápar og mammur, mugu liva í óvissu í fleiri mánaðir, áðrenn tey vita, um tey sleppa at búgva saman við børnum sínum? Er tað nóg gott, at hesi mugu bíða í mánaðir, tí at umsóknin um uppihaldsloyvi liggur í eini ovurstórari rúgvu av umsóknum á einum skrivaraborði í Danmark?
 
Nei, skulu vit skapa fullgóðar umstøður fyri tey, ið velja Føroyar sum nýtt heimland og familjur teirra, mugu vit sjálvi fáa ræðið á økinum. Tað verður arbeitt við at yvirtaka økið, og tað fegnist eg um. Vónandi ber arbeiðið skjótt á mál, tí viðurskiftini í Føroyum og í Danmark eru so ymisk, at eg meti, at uppgávan verður loyst best í nærumhvørvinum.
 
Men hóast økið enn ikki er yvirtikið, so er tað einki, sum forðar okkum í, at arbeiða meiri málrættað við integrasjón. Bæði áðrenn og aftaná at økið er yvirtikið, eiga vit at gera alt tað vit kunnu, til tess at fáa tey, sum eru komin til landið, at trívast her. At læra tey málið, at virða vitan og eginleikar teirra og sum heild at savna partarnar í heildina.
 
Ein týdningarmikil liður í arbeiðinum við góðari integrasjón er undirvísing í føroyskum. Herfyri setti eg Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um hetta týdningarmikla økið. Rigmor Dam vísir í svari sínum millum annað á, at undirvísarar í føroyskum fyri tilflytarar eru ørkymlaðir um, at tað ikki er møtiskylda, tí nógvir tilflytarar arbeiða nógv og ofta um kvøldið, og tí er ringt at raðfesta skúlagongdina. Møtiskylda er ein háttur at gera tað uppá, men vit eiga fyrst og fremst at birta hugin við at vísa á teir fyrimunir, sum standast av at duga málið. Tá allir partar ynskja at luttaka, skapa vit bestu karmarnar fyri úrslitum.
 
Integrasjón er eitt felags mál, og tí haldi eg eisini, at vinna, ráð og borgarar eiga at taka felags lógvatøk um at røkka málinum. At til dømis Mentamálaráðið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í samráð við arbeiðsgevarar og tilflytarar finna útav, hvat skal til fyri skapa góðar møguleikar fyri at luttaka í føroyskt undirvísing kring alt landið. Eisini er neyðugt við skikkaðum undirvísarum og rætta tilfarinum til undirvísing.
Vit eiga tí framhaldandi at arbeiða fyri, at integrasjónin, eisini undirvísing í føroyskum, skal eydnast. Og við væl eydnaðari integrasjón meti eg, at tilflytingin við sínum fjølbroytni bara kann gagna føroyska samfelagnum.
 
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin
 
Fyrispurningur og svar um føroyskt undirvísing fyri tilflytarum kunnu lesast her.