Innlegg um heilsupolitikk í Tórshavnar kommunu á seturskafeini.

Evnið á seturskafe'ini var: Fara vit frá tilboðspolitikki til forboðspolitik?

Sambært heimsheilsustovninum WHO er heilsa ein støða í “fullkomari fysiskari, psykiskari og sosialari vælveru, og ikki bara fráverða av sjúku og veikleika.

Í Tórshavnar kommunu mangla vit at orða ein yvirskipaðan heilsupolitik. Men tá tað er sagt, so er tað ein rættuliga greið linja í heilsupolitikkinum hjá kommununi. Heilsupolitikkurin byggir á tey tilmæli, sum verða stungin vera út frá heilsumynduleikum í Føroyum. Vit lata okkum eisini inspirera av heilsutiltøkum hjá kommunum í øðrum londum. Eitt nú í Danmark, Norra og Íslandi. 

Yvirskipað er ætlanin at skapa so tryggar og heilsugóðar karmar fyri borgaran sum gjørligt og at bjóða borgarunum góð heilsufremjandi tilboð. Tað merkir, at vit á summum økjum hava forboð og á øðrum hava tilboð. 

Fyri at taka nøkur forboð fyrst, so hava vit roykiforboð á øll stovnum hjá kommununi. Tað er eisni forboði at blaka rusk frá sær og lata giftevni í náttúruna. Soleiðis hevur ein kommuna nógv forboð og nógvar reguleringar, sum hava til endamáls, at vit í kommununi skulu hava tað so gott sum gjørligt.
Vit hava eisini nógv tilboð í kommununi. Vit hava millum annað vatnveiting, sum skal tryggja okkum reint drekkivatn í allari kommununi. Vit hava eina vælskipaða kloakk- og spillivatnsskipan, sum tryggjar okkum eitt reint umhvørvið. Vit hava eina skipan við rottutýnara, sum tryggjar okkum ímóti skaðadjórum og smittum frá skaðadjórum. 

Í Tórshavnar kommunu hava vit skipaða heimavitjunartænastu til eldru borgarnar, sum árliga fáa vitjan av heilsufrøðingi. Soleiðis hava vit fleiri tilboð til eldri, børn og ung. 

Tórshavnar kommuna hevur eisini eina røð at tilboðum, sum hevur til endamáls at fremja fólkaheilsuna í kommununi. Vit hava svimjihylin. Og um stutta tíð hava vit ein langhyl afturat. Í svimjihylinum er í dag møguleiki at keypa sær solarium. Eg vildi ynskt, at sólirnar vóru skiftar um við heilsufremjandi infrareytt sauna og rúm við dagsljósi. Somuleiðis vóni eg, at í nýggja svimjihylinum verður pláss fyri einum heitum heilsuhyli afturat. 

Vit hava rennibreyt, ítróttarhallir, fótbóltsvallir og spælipláss úti í býlingunum. Vit hava fleiri aktiveringsøkir umframt hópin av øðrum ítróttartilboðum. Vit hava fríøkir og gongugøtur har fólk kunna renna ella spáka sæt ein túr. Nakrar súkklubreytir eru gjørdar og fleiri eru ávegis. 

Heilsupolitikkur í einari kommunu fevnir um nógv øki. Og mugu vit í kommununi alla tíðina tryggja okkum, at politikkurin verður bygdur á nýggjastu tilmælini á ymsu økjunum.

Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu og umhvørvisnevndini