Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Innkomuvegur í Runavík og Gøtudalstunnilin

2018-12-21 18:09
Samferðslupolitikkur - 

Gøtudalstunnilin hevur verið heilt fitt umrøddur í fjølmiðlunum seinastu tíðina, og tað er gott. Men tá Gøtudalstunnilin verður settur upp móti innkomuvegnum til Eysturoyartunnilin, Runavíkarmegin, tá er ikki í lagi.

Hetta snýr seg ikki um antin ella, men um bæði.

Brúk er fyri einum góðum innkomuvegi í Runavík, Gøtudalstunlinum og so ikki at gloyma vegin omanfyri bygdina í Skálafirði. Hetta eru neyðugar verkætlanir, allar samlar.

Í hesum umrøðum, so eru misskiljingar og møguliga eisini manglandi vitan um veruligu støðuna við vegakervinum í Runavík. Eg lesi t.d. í Norðlýsinum mikudagin 19. desember, at skrivað verður:

Tað er greitt fyri øll, at ferðslan ikki kann fara ígjøgnum Runavík eftir núverandi vegunum har. Tað hevði svarað til, at latið alla ferðsluna úr Norðoyatunlinum koyrt eftir gamla Leirvíksvegnum.

Henda útsøgn er ein stór misskiljing.

Ferðslan kann fara ígjøgnum Runavík. Vegurin gjøgnum Runavík er átta metrar breiður við breiðum gonguteigum báðumegin. Men, tá tosað verður um innkomuvegin, so er tað ikki vegurin, sum gongur gjøgnum Runavík, men vegurin, sum liggur framvið sjóvarmálanum - nevndur Fjarðavegurin - tosað verður um.

Tað er Fjarðavegurin, sum eisini skal gerast góður og tryggur til ta stóru ferðsluna, sum fer at koma, tá tunnilin letur upp. Tá hetta alneyðuga arbeiðið er gjørt, so hava bilførararnir møguleika, antin at velja at koyra eftir verandi vegi í Runavík, gjøgnum Runavíkar bý, ella at koyra eftir Fjarðavegnum. Hetta fer at gera, at ferðslan fer at ganga skjótari og smidligari, enn um bert møguleiki verður at koyra eftir verandi vegi í Runavík.

Verður einki gjørt, so verður ferðsluruðuleiki, so her má nakað gerast.

Støðan í dag er tann, at koyrandi verður gjøgnum Skálafjarðartunnilin um 1½ ár, og tí er neyðugt beinanvegin at fáa eina greiða ætlan og avtalu um, hvussu avbjóðingarnar við innkomuvegnum í Runavík verður loystar.

Runavíkar kommuna hevur gjørt skipanaruppskot og frágreiðing, sum ber heiti “Eysturoyartunnilin og innkomuvegur í Runavík”. Eg veit eisini, at fundir hava verið millum Runavíkar kommunu og Samferðslumálaráðið um innkomuvegin, so gongd er í.

Eg fegnist eisini um, at 4 mió. kr. eru avsettar á fíggjarlógini í 2019 til innkomuvegin og gleðiligt er at hoyra landsstýrismannin í samferðsluráðnum, Heðin Mortensen, frá tingsins røðarapalli, boða frá, at hann í januar næsta ár kemur í tingið við eini verklagslóg viðvíkjandi innkomuvegnum í Runavík, samstundis sum hann leggur eina verklagslóg fyri tingið um innkomuvegin í Havn.

Innkomuvegurin í Runavík og Gøtudalstunnilin, eru tvær neyðugar verkætlanir og eiga ikki at verða settar upp móti hvør aðrari.

Hetta snýr seg ikki um antin ella, men bæði.

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

RN