Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Innantóm orð tøma kirkjuna

2020-05-27 22:57

Við bispi sum ovasta kann tað ikki koma óvart á nakran, at undirtøkan fyri Fólkakirkjuni er fallandi.

Jógvan Fríðriksson er okkara bispur, men hóast, ja, fittur og fryntligur, hvørtfall at hoyra til, er trupult at sleppa undan tí roynveruleika, at hann er ein Gajolsk skúmisleiv av einkisleika.

Hann er, um tú vilt, endaður sum Javnaðarflokkurin: null vilji ella evni at koma við nøkrum líkinda stevnumiði um nakað sum helst - aldeilis samleikaleysur í sínum totala týdningarloysi um tær moralsku og sosialu avbjóðingar, ein modernað tjóð er fyri.

Rætt, har kemur ivaleysa nógv úr honum, serliga í onkrum viðtali í útvarpinum, og serstakliga uppundir onkra høgtíð; men hesin hægsti kirkjuligi myndugleiki, hesin andaligi vegleiðari, hevur eginliga onki meiningsfult at siga, ja, um nakað sum helst, faktiskt.

Grundfestur í gudfrøði og hugsanarsamari, men beinraknari meining um, hví tað er, at kirkjan er relevant fyri okkum, skal hesin maður fylla og vegleiða okkum.

Ístaðin hevur hann eina meining um Fuck All og fyllir í onkra trakt, hvørs lívssubstansur kann javnsetast við handa heilavellingin hjá Dynamitt.

Hetta er stórt spell, tí hóast fleiri dugnaligar prestar er føroyska fólkakirkjan blivin órelevant.

Useless.