Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ingilín spyr um eftirlit við spreingievnum

2020-09-02 08:30

Hvussu nógv spreingievni er í landinum, hvussu verður tað handfarið og er eftirlitið í lagi? Hesar spurningar vil Ingilín Didriksen Strøm hava at landsstýrismannin á økinum at greiða frá, tá munnligir fyrispurningar koma fyri tingið.

Allur heimurin fekk ein hvøkk, tá spreingingin í Beirut 4. august kostaði yvir 220 fólkum lívið, og nógv fleiri vórðu særd, umframt at stórur partur av býnum er oyðin. Orsøkin til spreingingina sigst vera 2.750 tons av ammoniumnitrati, ið hevur ligið í eini goymslu á keiini í fleiri ár, ið var tikið í land av einum skipi, ið kom í havsneyð. Ammoniumnitrat verður í dag brúkt til mangt og hvat millum annað í samband við spreinging. Tað hevur fingið Ingilín Didriksen Strøm at seta landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum ein fyrispurning um nøgd og varðveitslu av spreingievnum í Føroyum.

- Í takt við at virksemið í landinum er nógv økt seinastu árini, kann tað hugsast, at innflutningurin av spreingievnum so sum ammoniumnitrat og annað er vaksin tilsvarandi, og at hesi evni verða flutt runt í landinum. Herfyri hoyrdist, at útvið 17 tons av háeksplosivum spreingievni stóðu á Vestaru bryggju í Havn. Er hetta trygt?

Tað mugu vit fáa vissu fyri, sigur Ingilín Didriksen Strøm, og tí fer hon at seta Helga Abrahamsen ein munnligan fyrispurning um hetta.

Ingilín Didriksen Strøm vísir í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at sambært løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði skal Arbeiðseftirlitið bæði geva loyvi at innflyta og handfara spreingievni, umframt at tey regluliga skulu kanna um alt fer rætt fram.

Spurningurin er, um Arbeiðseftirlitið hevur neyðugu arbeiðsorkuna til at gera hetta arbeiðið til fulnar, ella um tørvur er á uppraðfestingum á økinum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.