Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Ingi Mittún stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-12 09:14
Kommunalpolitikkur - 

Eitt valevni, sum hevur stóran áhuga fyri einum grønari býi og vinnuni, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Ingi Mittún er er 53 ár, hevur konu og 3 børn. Hann er ættaður, uppvaksin og búsitandi í Havn.

Ingi starvast sum fíggjarstjóri á Landssjúkrahúsinum - er útbúgvin búskaparfrøðingur og bankaútbúgvin. Hevur starvast bæði innan privatu vinnuna, m.a. í alivinnuni, og innan tað almenna.

Eisini er hann starvsnevndarlimur í Sambandsflokkinum og næstformaður í Føroya Væl.

Tá Ingi stillar upp fyri Sambandsflokkin til komandi býráðsvalið, er tað m.a. tí hann vil verða við til at skapa besta høvuðsstað í heiminum við einum grønum býi, har ung og gomul hava bestu karmar fyri at trívast.

Vit hava ein deiligan høvuðsstað har rúm skal vera fyri øllum.

Við royndunum innan KT, bankavirksemi, aling og almennari fyrisiting, hevur Ingi gott innlit í, hvat skal til fyri, at borgarin og vinnan kann fáa góðar karmar. Almenna fyrisitingin skal ikki leggja fótonglar fyri vinnuna, men heldur skapa henni góð gróðrarlíkindi.

Í býráðnum fer Ingi Mittún at arbeiða fyri, at:

· Havnin skal vera besti høvuðsstaður í heiminum

· Vilt tú búgva í Havn skalt tú kunna fáa eitt grundøki ella annan bústað

· Havnin skal verða ein grønari býur:

   - Súkklubreytir

   - Fleiri EL-løðarar til bilar, har tað ikki eru okursprísir

   - Skilja burturkast, m.a. í lívrunnið burturkast

· Fáa rættlag í ferðsluviðurskiftið m.a. við Marknagil

· Parkeringstunnil

· Larm frá akførum skal minka framvið stóru vegunum

· Tryggja, at ferðavinnan í høvuðsstaðar økinum verður væl skipað

· Skapa góðar og virðiligar karmar um okkara eldru borgarar

· Etablera fleir góð vinnuøkir

Føroya Væl

RN