Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

(Mynd: Portal.fo)

Rasmussen skal gera ynskið hjá Abrahamsen til veruleika

2021-08-20 11:37

Ótolandi avbjóðingar við verkfalli á brekøkinum mugu og skulu loysast. Hetta vísti løgmaður eisini á í røðu síni á ólavsøku við orðunum: „Somuleiðis mugu vit tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast.”

Nú skal hetta gerast við nýggjum landsstýrismanni.

Helgi Abrahamsen legði sum landsstýrismaður uppskot fyri Løgtingið, sum hann seinni tók aftur, um at skerja verkfalsrættin í sambandi við verkfallið, sum var.

Helgi Abrahamsen segði seinni sum landsstýrismaður, at hann hevði ikki slept málinum, men fór at kalla avvarðandi fakfeløg til fundar um málið sum skjótast, tá ið summarferian var av. Hann væntaði at finna semju, tí tað var hansara fatan, at eisini fakfeløgini vilja hava eina fasta skipan, so tey sleppa frá at taka støðu til, hvør hevur tørv á hjálp og at fólk, sum tørva hjálp, kanska ikki fáa hana.

Í januar 2018 sendi MEGD áheitan til táverandi samráðingarpartar um at finna eina loysn á verkfallinum. MEGD gjørdi vart við, at støðan á brekøkinum var alt annað enn góð. Eisini varð víst á átalu í skuggafrágreiðingini til ST í 2014, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Í frágreiðingini til ST varð víst á, at tað kom fyri, at fólk, ið bera brek, ið búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall var.

Eisini hevur MEGD í fleiri umførum verið á fundi við núverandi landsstýrisfólk við somu áheitan, samstundis sum vit hava upplivað, at málið alment er tikið upp.

Í dag er tó einki broytt síðani 2014, og hetta merktu vit seinast á vári 2021. Í møguligum komandi verkføllum kann sama søgan endurtaka seg. Hugsandi er, at fólk aftur verða flutt úr heimi teirra, at fleiri ikki fáa neyðugar tænastur, og at bara nakrir fáir útvaldir næmingar ikki sleppa í skúla.

Hetta eiga vit sum samfelag ikki at góðtaka.

MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall. Tó eiga samráðingarpartar á arbeiðsmarknaðinum í friðartíð at finna virðiligar avtalur, so ótolandi støður ikki aftur gerast veruleiki.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, ger nú vónandi ynskið hjá løgmanni, landsstýrifólki og Helga Abrahamsen, fráfarna landsstýrismanni, til veruleika.

Tóra við Keldu
forkvinna í MEGD