Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eyka skip til Suðuroynna nú

2021-08-09 13:40

Ímeðan okur bíða eftir Suðuroyartunnilinum, má Suðuroyggin beinanvegin fáa eyka skip inn at taka trýstið av ovurstóra tørvinum á ferða- og farmaflutninginum.

Vinnulívið má hvørki steðga upp ella avmarka seg av manglandi plássi á strandferðslu- og fraktskipunum. Fastbúgvandi eru ørkymlað, tí ein er ongantíð vissur í, um man sleppur til ella av oynni.

Okur, sum sigla ofta við Smyrli, síggja hvussu starvsfólkini renna fyri lívinum fyri at veita framúr tænastu til ferðafólk og skunda farm í land og skunda annan umborð. Tað er blivið ógjørligt at halda ferðaætlanina, og tað eigur ikki at koma óvart á nakran.

Suðuroyingar og Strandferðslan hava rópað varskó á rætta stað. Øll vinnan í Suðuroynni savnaði avvarðandi myndugleikar og politisku skipanina í november 2020, har tað staðiliga bleiv víst á áhaldandi og vaksandi trupulleikan við at fáa farm til og frá Suðuroynni. Partarnir samdust um, at ein varandi loysn skuldi finnast beinanvegin.

Áhugin fyri Suðuroynni er vaksin øgiligt, bæði millum føroysk og útlendsk ferðafólk. Tað vísa vaksandi ferðafólkatølini. Tað er jú vakrasta ferðamál í norðuratlantshavi. Bara seinastu vikuna eru skrásett yvir 11.000 ferðafólk við Smyrli. Eftirspurningurin at seta búgv, at leiga og keypa fastogn bara veksur, og tað vísa sethúsaprísirnir, sum peika beint uppeftir.

Sandoyggin fekk sjálvsagt beinanvegin eyka alment farmaskip, tá tørvurin vaks í Sandoynni, men enn verður blinda eygað vent Suðuroynni. Tað er enn ein staðfesting av, at sitandi landsstýri ikki er fyri alt Føroya fólk, men einans fyri tey útvaldu ella teimum, sum fylgja hesi ultra høgra konservativu samgonguni.

Vit kunnu heldur ikki leggja okkara álit á privatu flutningsfyritøkurnar, sum ikki vísa áhugan fyri Suðuroynni, sum vit vónaðu. Tey vilja heldur hava farmin borðreiddan av strandferðsluni á bryggjukantin í Tórshavn.

Eg má minna tykkum á, at Suðuroyggin stendur fyri yvir 25% av allari framleiðsluni og útflutninginum í Føroyum. Og sum ferðasambandið er, verður trupult at økja um tann partin. Vit eru skjótt einasta stóra økið í landinum, sum ikki er bundið saman við restina av Føroyum.

Suðuroyggin skal hava eitt eyka skip inn at stuðla Smyrli beinanvegin. Alt annað er órættvíst fyri fastbúgvandi, vinnu og ferðafólk.

Vit kunnu ikki bíða eftir, at Suðuroyartunnilin er liðugur, tí annars steðgar alt upp.

Kanska er tað strategiin hjá samgonguni at lata standa til og brúka tíðina upp á alt annað so sum ljósreguleringar, grótkoyring ella innanhýsis stríð um grøna orkuskiftið.

Ímeðan siglir Suðuroyggin longri og longri afturum í mun til restina av Føroyum.

Bjarni Hammer,
løgtingsmaður