Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Snýr alt seg um pengar ?

2020-09-16 08:26

Hevði tað verið líka lætt at manna nevndir í ítróttarfeløgum og øðrum sjálvbodnum felagsskapum, sum tað tykist vera at manna nevndir og umboðsráð í bankum og tryggingarfeløgum, so stóð helst Betri til her á landið.

Seinastu tíðina hava fólk kropp av kroppi, vent sær til guð og hvønn mann, um at fáa teirra atkvøðu til umboðstingið hjá einum banka - Tey eru heilt vist góð fólk øll somul, kenni nógv persónliga og havi ikki eitt øðvugt orð at bera teimum.

Haldi eisini at tað er gott til eitt vist, at tað er demokrati í tílíkum stovnum. Kappingarneytin hevur als einki demokrati, har er tað kapitalurin ið ræður.

Um eg hevði eina atkvøðu til hetta val, so hevði eg spurt valevnini um tey gera sjálvboðið arbeiði í ítróttarfelagið ella aðrastaðni - ella kanska um tey høvdu verið líka gramm, um sessurin ikki gav so góða løn. Umframt tað so telur hesin sessurin helst tíanverri meira í teirra cv, enn at vera sjálvboðin hjá Reyða krossi á ólavsøku…

P.s. Eg veit at fleiri ið bjóða seg framm, eisini gera sjálvboði arbeiði - Um eg kundi valt, so hevði ein av teimum fingið mína atkvøðu !