Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd : Andrass Skaalum

VEL AKTIV FÓLK – sum torir. .

2020-09-15 12:55

   Eg standi nú fyri afturvali

Tað hevur so avgjørt verið brúk fyri at vera aktivur, hesi 10 árini eg havi virka í Umboðsráðnum.

Eg havi gjørt vart við tiltrongdar batar og lagt fram fleiri mál fyri umboðsráðið, ið eg haldi hava havt týdning.

Tá svar ikki fæst uppá spurningar, brúki eg nógva tíð at gera kanningar, fyri so at leggja hesar fyri umboðsráðið.   Vit eru so eftirfylgjandi farin úr feløgum, sum bara hava drena samtakið fyri pening.

Eru mál, sum eg haldi hava almennan áhuga, geri eg vart við hesi í miðlunum, alt grundað á alment atkomuliga vitan, tí einki má berast út alment frá umboðsráðnum.

Tað er so hent, at onkur nevndarformaður veik sætið og annar valdi at trekkja seg heilt – tí hesir ikki hildu seg til spælireglurnar.

At tú soleiðis fær innlit og høvið at gera tær tína hugsan um hesi evni – fáa summi tíverri ilt í reyvina av.   Tað eru ikki hissini høgg eg má leggja rygg til.

Nú standi eg so fyri afturvali – og biði um tín stuðul at verða valdur aftur, so eg kann halda fram sum konstruktivur vaktari.

Hvat ger tú so við tína atkvøðu í september ?

Valið er í gongd og seinasta freist at avgreiða atkvøðu er 28. september.

Tú hevur helst fingið, ella fær, fleiri áheitanir frá valevnum, um at velja seg – minst tá til at spyrja:

· “Hví skal skal eg velja júst teg ?”

· “Hvat stendur tú fyri ?”

· “Hvussu vil tú umboða meg ?”

· “Hvat heldur tú um pening og makt ?”

· “Hvat við nepotismu (at nekta vinir kenningar ?”

Vel fólk inn, ið hava dirvið og viljan til at siga frá.


Umframt at vera á varðhaldi, vil eg t.d. framhaldandi virka fyri :

· At kappingin kemur tær til góðar (kapping um prís og tænastur).

· At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar (vit virka í Føroyum).

· At tú fær betri kunning um tað, felagið hjá tær tekst við.

· At ognir ikki verða “lirkaðar” úr hondunum á tryggingartakarunum (tær og mær).

· At samtakið er skipað trygt og avmarkar møguleikan at nekta vinir og kenningar (nepotismu).

· At vit vísa virðing fyri kundum og starvsfólkum.

· At ognir verða væl umsitnar við virðing fyri tryggingartakarunum (tær sum eigara).

· At samtakið ikki er í óneyðugari kapping við smærri íleggjarar.

· At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara (Benchmarking).

Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.

Vinarliga

Andrass Skaalum mob: 287870

Velbastaðvegur 42

FO-100 Tórshavn t-bræv: andras_s@olivant.fo

Tórshavn, tann 15. september 2020