Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umboðsráðsvalið: Um hvørt keyp er ein atkvøða, hví halda so nógv at tað er líkamikið hvar Betri ger sínar íløgur okkara vegna?

2020-09-14 21:04

Ofta verður tað sagt at hvørt innkeyp er ein atkvøða. Hvussu vit brúka okkara pengar endurspeglar ikki bara okkara tørv her og nú, men eisini hvussu vit síggja uppá framtíðina, og hvat vit halda er rætt og skeivt. Tá ið vit fara í Betri við okkara uppsparingum, tryggingum og pensiónum líta vit sostatt á Betri at fyrisita okkara pening á skynsaman hátt og sum onkursvegna er í trá við okkara virðir.

Tí er tað keðiligt at íløgur verða gjørdar okkara vegna í fyritøkur sum eru við til at fremja veðurlagsbroytingar heldur enn at tálma teimum. Hvør bankakonto, trygging og pensiónsuppsparing er so at siga ein atkvøða uppá um vit vilja seta ferð á veðurlagsbroytingar ella um tað skal verða liviligt hjá framtíðar ættarliðum á jørðini.

Gamaní skulu okkara uppsparingar fáast til at vaksa soleiðis at vit fáa eitt útgjald tá vit hava tørv á tí. Men okkara persónliga investering í framtíðina kann ikki gerast uppá bekostning av framtíðar ættarliðum sum arva jørðina aftaná okkum.

Eg trúgvi at Betri kann gera tað betri við at vísa størri samfelagsatlit og hava ein meir framstandandi leiklut í verju av føroyska umhvørvinum og náttúruni.

Eg eiti Sjúrður Hammer, eg eri 37 ár, eg eri lívfrøðingur og eg stilli upp til Umboðsráðsvalið hjá Betri og eg vil arbeiða fyri at Betri tekur allar sínar íløgur úr kolvetnisvinnuni og sostatt gerst partur av loysnini heldur enn trupuleikanum. Eg trúgvi at Betri kann gera tað betri við at vísa størri samfelagsatlit og hava ein meir framstandandi leiklut í verju av føroyska umhvørvinum og náttúruni.

Kelda:https://sjurdurh.wordpress.com/2020/09/14/umbodsradsvalid-um-hvort-keyp-er-ein-atkvoda-hvi-er-tad-so-likamikid-hvar-betri-ger-sinar-ilogur-okkara-vegna/

Sjúrður Hammer