Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umdømi

2020-09-14 05:58

 Tá ið eg varð spurd, um eg vildi stilla upp til Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, hugsaði eg meg væl um: “Hvat nú, um Betri kemur í sama ódnarveður sum fyri kortum. Hvat nú um...? Og hvat nú um...? Hevði tað so ikki verið nógv lættari bara at verið uttan ábyrgd?”   Jú, eg vendi tankunum aftur og fram.

Tað, sum so fekk meg at siga ja, var, at eg vil virka fyri, at umboðsráðið ger tað, sum gerast kann fyri at felagið fyrst endurvinnur og síðani varðveitir sítt góða umdømi.

Betri hevur havt sínar avbjóðingar í so máta. Tað má tí verða aðalmál hjá umboðsráðnum at gera sítt til at tryggja, at hetta ikki endurtekur seg.
Tryggingartakarin skal hava álit á samtakinum og vita, at teir pengar, sum tey eiga í felagnum verða umsitnir skynsamt, samhaldsfast og við ábyrgd.
Hesum ynski eg at arbeiða fyri.

Vinarliga Annita á Fríðriksmørk
Valevni til umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.