Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

KÍF kappróður við í nútíðina

2020-09-12 20:20

Seint í 70, fyrst í 80 árunum, fekk KÍF útvegað sær kappróðrarneyst. Tá hevur hetta verðið mett at verið frammalagað, tí framvegis í dag er hetta stórt neyst. Tíverri er ikki eydnast felagnum at fáa hóskandi umstøður gjørdar, so at kappróðurin í Kollafirði kann fylgja nútíðini.

Hvørki niðara ella ovara hæddin er innrættað, so venjingarhøli, skiftirúm, brúsu- og wc viðurskifti vantað. Hetta eru økir, ið eru berandi fyri felagsskapin. Felagið hevur samskift við kommuna fleiri ferðir, men enn hevur ikki borið á mál. Millum annað hevur kommunan víst á, at ongin heildarloysn fyri kloakviðurskiftir er í økinum. Felagið hevur víst á øll húsini, ið standa omanfyri vegin, stóra arbeiðsøkið innanfyri á kaiøkinum og so hevur kommunan sjálv eini hús sum næsti grannið. Tá ið søkt hevur verði um stuðil, hevur kommunan enn ikki ynskt at játtað.

Tað eru ikki bara kollfirðingar sum síggja økið sum eitt av bestu róðrarplássum í landinum. Onnur feløg leita sær til Kollafjarðar at venja í teirra bátum og hevur manningin umborð á Orminum Langa húsast fast her seinastu trí árini. Hetta sigur nógv um hvussu stórur tørvur er á, at vit sjálvi fáa umstøðurnar at rógva í, helst í gjár.

Mín vón skal verða, at vit innan stutta tíð aftur kunna kappast í kappróðri millum tey bestu í Føroyum.
Sjálvandi skal kommunan gera sín part, tað skal ongin ivi í. Her má vend koma í. Við mínum innliti í viðurskiftini, kann farast beint til verka við tí, sum vantar frá kommunalari síðu.

Komi eg inn í býráði, fari eg at gera mína ávirkan galdandi!

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eigur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020