Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kollafjørður eitt Vagl

2020-09-12 20:06

Kollafjørður er longsta bygd í Føroyum. Nógv tann longsta verður ofta tikið til. Tað er langt frá einum enda í annan og tað er eisini langt frá miðjuni og í allar endar. Vit mangla eitt stað har fólk okkara samlast uttandurað – uttanmun um tað er til ítrott, skúla ella arbeiði.

Eg havi ofta hugsa um hvussu vit kundu fingið eina loysn, sum ikki krevur risa stóran fíggingartørv, tí tað er tað sama sum at biða um onki. Skula vit fáa gleði av slíkum so skal tað ikki verða langt millum ætlan og úrslit.

Fundur var í skótahúsinum mikukvøldið 9 sept. 2020, ið hevði til endamáls at fáa sett eitt áhugfelag á stovn, at samlað trivnaðartiltøk í økinum rundan um Kollafjørð. Fáa eitt stað, fyriskipan og upplýsing undir einum. Har komu nógv góð hugskot upp at venda. Eitt sum var eitt fet víðari, snúði seg um júst hetta. Okkum væntar eitt Vagl í Kollafirði vóru orðini ið blivi søgd. Ein sera góð lýsing. Í hugskotinum var víst á góða umhvørvið í bátahylinum, og við tiltøkum í húsinum hjá bátafelagnum byrjar eitt hugnaligt marinetimt økið at forma seg. Halganasteinum veit næstan ogin um í dag. Søgan í stuttum er, at megnaði tann dømdi at renna undan mynduleikanum og uppá steinin uttan at blíva fangaður, fekk hann grið. Økið rundan um har sum steinurin stendur, er eitt upplagt stað til slíkt. Miðskeiðis í bygduni, tætt sjónáttúruni, gott útsýnið og so osar økið í søguligum signalum. Um tú gerst so heppin at finna oman til Halgastein so er bert urðagrót rundan um og er beinleiðis vandamikið. Hetta má fram í ljósið.

Tað vildi verði ein vinn vinn støða, við tí arbeiði bátafelagið ger og tað sum man ætlar at skapa. Eitt fínt pláss hjá t.d. monnum og kvinnum at trilla barnavogn, heldur enn at ganga í hvør sínum endað endaði hugskotið við.

Vit klandrast um grót, við og ímóti hvørt um annað. Nýggjasta er at kommunan selur grót eitt stað og keypir aðra staðnis. Kommunan manglar stórar nøgdir av grótið. Her er størsti tørvurin at fáa grót til eina uppfylling og síðan kann nógv henda.

Tað verður tosa um útbygging av bátahylinum vestureftir. Men hetta hevði tænt so nógv øðrum endamálum enn bara einum bátahylið. Vit høvdu knappliga havt fleiri møguleikar. Eitt torg at selja ymiskar ráðvørur kundi ein hugsa sær í framtíðini.
Hetta eiga vit at fáa uppraðfest – Eitt Vagl í Kollafirði !

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020