Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er tað í lagi at lumpa pensjónistar?

2020-09-03 06:46

Farna valskeið megnaðu serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin at reingja sannleikan um pensjónsnýskipanina so mikið, at ein fekk varhuga av, at fólk og pensjónistar ikki dugdu at lesa seg fram til, at allir pensjónistar fingu á leið 1.500 kr. meira um mánaðin at liva fyri.

Sum pensjónistur harmist eg vegna øll tey, sum í góðari trúgv valdu Fólkaflokkin til valið. Men tað harmar meg eisini, at Landsfelag Pensjónista at kalla lat seg brúka politiskt í valstríðnum við at stara seg blind í grundupphæddini heldur enn at hyggja eftir heildini. Tí veruleikin var, at undanfarna samgonga gav øllum pensjónistum 1.500 kr. meira um mánaðin, sum er nógv meira enn sitandi samgonga gevur pensjónistunum. Hetta hóast at grundupphæddin varð lækkað.

Ein annar munur var, at pensjónsnýskipanin hjá undanfarnu samgongu var fíggjarliga burðardygg, júst tí at hon gav mest til teirra, sum veruliga tørva tað, og minst til teirra, sum hava bæði pensjón og góða eftirløn.

Hon var samhaldsføst. Og hon var fíggjarliga haldfør. Og hví skulu vit pensjónistar ikki eisini vera samhaldsfastir eins og øll onnur í samfelagnum?

Sambandsflokkurin lovaði, at grundupphæddin skuldi hækkast aftur. Og Fólkaflokkurin lovaði skattafrían Samhaldsfasta, soleiðis at pensjónistar skuldu fáa á leið 2.000 kr. meira um mánaðin. Tað segði Jørgen Niclasen á øllum veljarafundum og í øllum útvarpssamrøðum. Tað stóð í valskránni. Tað segði landsstýriskvinnan í almannamálum á veljarafundi í Klaksvík, og hon legði enntá afturat, at “Fólkaflokkurin heldur orð”.

Men tit hildu ikki orð. Tit lumpaðu føroyska pensjónistin. Og tit vistu helst sjálvi innast inni, at tit ikki fóru at halda orð. Eins og tit heldur ikki fara at halda lyftið um at lækka inntøkuskattin niður í 30 %.

Sum veljari, pensjónistur og føroyingur øtist eg við, at ein flokkur ber seg soleiðis at móti okkum eldru føroyingum. Eg havi verið á vali og sett mín kross í skjótt 50 ár, og haldi meg ikki minnast, at ein flokkur so opinskáraður lumpar ein so stóran part av føroysku veljarafjøldini.

Eg harmist vegna allar pensjónistar, sum atkvøddu fyri tykkum. Fyri okkum øll, sum ikki fingu tað, tit lovaðu.

Men mest av øllum harmist eg um, at tit sum flokkur hava so lítla virðing fyri føroyska pensjónistinum.

Tað sømir seg ikki einum stjórnarberandi flokki at lumpa pensjónistar.

Frank Davidsen,
Sørvágur