Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tørvur á fleiri tilboðum til seinheilaskadd

2020-09-02 08:27

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at vit eiga at veita fleiri tilboð til seinheilaskadd m.a. taluvenjingar. Tí fer hann at seta landsstýriskvinnuni við almannamálum ein munnligan fyrispurning um hetta.

130 føroyingar fáa hvørt ár staðfest heilaskaða, og fleiri av hesum kunnu vinna førleikar aftur, um nøktandi venjingartilboð eru í boði. Tað vísir Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, á. 

- Trupulleikin er, at í Føroyum eru ikki nøktandi møguleikar. Ergo- og fysioterapi verður veitt eftir førimuni, men taluvenjingar eru púra burtur. Talulæra er grundleggjandi fyri samskifti hjá sjúklingum við m.a. seinheilaskaða, og tí eru tey ofta avskorin frá næstringum og umheiminum, sigur Jóhannis Joensen.

Hann vísir eisini á, at lógin um almannatrygd og tænastur (vælferðarlógin) leggur upp til, at nøktandi tilboð skulu veitast til m.a. fólk við seinheilaskaða, demens, parkinsonsjúku og sclerosu, men at tað enn er langt á mál fyri at røkka tænastustøðinum í til dømis Danmark.

- Neurologiskar sjúkur krevja viðlíkahaldsvenjing og menning. Tosað hevur verið um ein rehabiliteringsdepil, at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv innan almannaøkið, at útbúgva og seta fleiri logopædar, talulærarar, í starv innan almannaøkið og at víðka um búðstaðarmøguleikar til fólk við m.a. seinheilaskaða. Tað vil eg havi landsstýriskvinnuna at greiða nærri frá, sigur Jóhannis Joensen,