Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Børn, ung, vaksin, eldri og starvsfólk skulu trívast

2020-08-31 11:48

Eri errin av, at hava fingið álitið, at verða eitt av valevnunum hjá javnaðarflokkinum til býráðsvalið 10. november 2020 í Tórshavnar kommunu.

Um mær verður víst álit, og eg verið valdur í býráðið, vil eg millum annað virka fyri:

  • greiða normering á umsorganarøkinum.
  • tíð skal setast av til fyrireiking til øll starvsfólk á barna- og ungdómsøkinum.
  • víðkaði námsfrøðilig støð til børn úr m.a. 3. - 5. fl.
  • viðurskiftini hjá børnunum og ungum við serligum tørvi skulu upp- og umraðfestast.
  • allir barna- og ungdómsstovnar, umframt skúlar skulu hava gott úti økið.
  • frítíðar- og skótalívið skal raðfestast javnbjóðis við t.d. ítrótti o.ø.
  • viðurskiftini við Hoyvíksvøll skulu fáast í rætt lag.

Tórshavnar kommuna er ein stórur arbeiðsgevari, og hevur nógva ávirkan á lønarlagi hjá nógvum starvsfólkabólkum, og er tað eingin loyna, at yrkini, har menniskja er miðdepilin eru ov lá lønt, og er hetta nakað sum kommunan skal ganga fremst í at fáa broytt.

Eg gleði meg til komandi tíðina, ið vónandi verður áhugaverd og spennandi, og komi eg, at greiða nærri frá mínum áhugamálum leypandi.

Við samstarvshugi, treiskni, áhuga og rættvísi, vil eg virka fyri einari kommunu, har børn, ung, vaksin, eldri og starvsfólk trívast. Einari kommunu, har fólkið hevur álit á politiska myndugleikan.