Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ikke i orden

2020-08-21 11:14

20. februar 2020 sendi eg eitt lesarabræv til Sosialin. Tað sær út til at blaðið hevur valgt ikki at prenta tað. Tí leggi et tað við her - nakað seinka.


Syndar tann sum svevur?

Er tað rætt at tú kann verða revsaður fyri nakað tú ikki hevur gjørt, sum tú ikki hevði ávirkan á og sum gekk fyri seg meðan tú lá og svav?


10. januar 2020 partrolaðu skipini “Falkur” og “Heykur” á Fugloyabanka. Tá tvey skip partrola er eitt “master” og hitt er “slave”. Tað sum er “master” stýrir kósina fyri bæði skipini gjøgnum eina telduskipan.  Umleið kl. 12:30 til 16:30 fiskaðu teir inni á friðaðum øki. “Falkur” var “master”. 


Skiparin á “Heyki” lá tá og svav. Sjálvt skiparar mugu sova við hvørt. Stýrimaðurin, sum var á brúnni á “Heyki”, vakti ikki skiparan, at boða frá um tað, sum gekk fyri seg. Skiparin hevði tí ongan møguleika, at steðga tí ólógliga fiskiskapinum.


Vørn hevur fullt yvirlit yvir hvar skipini eru. 8 dagar seinni setti Vørn í verk eftirlit. Skiparin á “Heyki”  greiddi frá at hann hevði sovið, tá skipini vóru inni á friðaðum øki, og at hann ikki fekk at vita um tann ólóglia fiskiskapin, fyrr enn tað var ov seint at gerða nakað við tað. 


So vítt eg veit var stýrimaðurin á “Heyki” ikki inni til avhoyringar.


Skiparin á “Heyki” mátti góðtaka og skriva undir eitt uttanrættaligt sektaruppskot uppá kr. 75 000,00. Tað  kann sigast at hann formelt kundi nokta, so at sakin kom fyri rættin. Tað er ein formellur møguleiki, men ikki ein veruligur møguleiki. Eftir sum politiið hevði tikið siglingsloyvi, kundu skipini ikki fara aftur til fiskiskap áðrenn sakin var endaliga avgjørd. Tað kundi taka fleiri dagar. Manningin hevði ikki fingið hýru og reiðaríið hevði mist inntøku. Bæði manning og reiðarí vildu at skipini skjótast gjørligt kundu fara aftur til fiskiskap. Skiparin á “Heyki” hevði tí í veruleikanum ongan annan møguleika, enn at góðtaka at peningur sum skuldi farið til at keypa mjólk, breyð og annað, í staðin fara í tann stóra kassan.


Er hetta rættvíst? Og hoyrir hetta heima í einum rættarsamfelag? Tað haldi eg ikki.


Gunnar Larne