Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Royn at samla fólkið heldur enn at spjaða tað við haturstalu

2020-08-17 11:18

Nú ólavsøkan er farin framvið, kom mær í huga ólavsøkuprædikuna, sum Miðvágsprestur helt, henda frálíka hugvekjandi og vísiliga tala.

Í kirkjuni sat millum onnur eisini tingformaðurin rættiliga frammaliga. Vónandi lurtaði hesin eftir prædikuni, tí eftir míni meining er hesin tann minst tignarligi tingformaður, sum vit hava havt í míni tíð. Honum dámar væl at koma við rættleiðingum um alt og øll. Men, at passa tað tignarliga arbeiði, han hevur í tinginum, dugir hann ikki.

Eg vil upplýsa fyri tingformanninum, at eg sum havnarborgari frábiði mær nirðandi orðalag um okkum, sum eru úr Havn. Eg eri føddur og uppvaksin í Havn og fekk mína fyrstu skattskyldigu inntøku sum 13 ára gamal og havi verið ein trúðfastur samfelagsborgari tað eg veit.

Um eg kundi svarað hesum fávitskutu tingfólkum aftur, var ok, men tað kann eg ikki.

Tað verður sagt, at Trump sundurskilur fólkið í USA, men slíkt sum verður sagt á tingsins røðarapalli, samlar ikki fólkið her í Føroyum.

Nú ljóðar ein kanska eitt sindur smásárur, men tað haldi eg ikki. Tað, sum verður skrivað á kloakmiðlar sum facebook og líknandi, rørir ikki við, tí tað eru fávitskutir persónar, sum oysa gor og gall úr sær.

Harra tingformaður! Halt uppat við hesum og royn at samla fólkið heldur enn at spjaða tað við haturstalu, sum ikki sømir seg fyri tingfólk og landsstýrisfólk av tingsins røðarapalli.

Vinarliga
Jón Slættanes,
havnarborgari