Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(mynd: Lær førstehjælp)

Útbúgving: Sløkkja ella fyribyggja eldi?

2020-02-28 09:43

Tá ið Almennaverkið herfyri handaði Løgtinginum eitt yvirlit yvir teirra starvslýsingar, og vísti á, at heili 35% av lýsingunum vóru úrslitsleysar, 19% vóru ónøktandi og einans 16% vóru væleydnaðar, gjørdist greitt, at tørvurin á útbúgvnum fólki á heilsufrøðiliga økinum var risa stórur.

Síðan hevur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, deilt boðskapin, har hann skrivar pedagogarnar inn í støðuna. Her vísir hann á, at eisini á námsfrøðiliga økinum er ein stórur tørvur á útbúgvnari arbeiðskraft, og ynskir eitt økt lønarlag og betri arbeiðssømdir fyri sínar limir, sum partur av loysnini.

Í útvarpstíðindunum á Kringvarp Føroya tann 26. februar, varð tosað við Chik Collins, rektara á Fróðskaparsetur Føroya, har vit hoyrdu, at Setrið fer undir eina endurskoðan av teirra útbúgvingum, fyri at vita, hvussu útbúgvingarnar á Setrinum skulu raðfestast. Her legði hann aftrat, at vit eru eitt lítið land, við einans einum universiteti, og at universitetið tískil eigur at samstarva við politisku mynduleikarnar, fyri at skapa eitt útboð, sum endurspeglar tørvirnir í samfelagnum (leyslig endurgeving).

Tað, sum kemur mær til hugs í hesum sambandi er, at vit ikki kenna tørvirnir, fyrr enn teir raka okkum. Hetta kann verða ein alstórur trupulleiki, har veruliga myndin av tørvinum er fjaldur fyri okkum.

Tá ið stovnar, sum hava tørv á einari ávísari arbeiðskraft, ikki finna arbeiðskraftina, verður trupulleikin sjónligur, og tá má politiski mynduleikin sjálvandi reagera, og tíverri síggja vit ofta, at orkan tí fer til at sløkkja eldar, heldur enn at fyribyggja brununum. Men hvussu kunnu vit koma trupulleikanum til lívs?

Innan útbúgvingarøkið fyri hægri útbúgving, hevur diskursurin síðan Visjón 2015 (t.e. síðan 2005) verið, at vit skulu veita útbúgvingar, sum samfelagið hevur tørv á. Føgur orð, men ein tørvsmeting er ongantíð framd, og hagtøl hava vit ongi av. Vit vita snøgt sagt ikki, hvørjar útbúgvingar føroyingar hava. Hetta kemst av, at ein so stórur partur av føroyingum hevur lisið uttanlands, og at vit ikki hava atgongd til hesar upplýsingarnar av eitt nú manglandi atgongd til danska CPR-registaranum. Um vit vildu tað, kundu vit tó lættliga fingið fatur á hesum upplýsingunum, tá ið føroyingar í útlegd vendu heim aftur, eftir loknan lestur. Gjørdu vit tað, hevði møguleiki verið fyri at kortlagt veruligu støðuna v.v. menniskjaliga tilfeinginum í føroyum, og harvið bar eisini betri til at tosa um ein veruligan tørv.

Um vit halda áfram uttan hagtøl, verður tað trupult at gera eina álítandi tørvsmeting, tí uttan vitanina, ber einans til at gera tørvsmetingina eftir einari búkkenslu ella at gera eina reaktiva meting, sum er basera á sjónligu symptomini á økjum, sum longu eru forsømd.

Møguleikin at spáa er har ikki.

 

Terji Beder, Cand.soc í Útbúgvingarvísindi.