Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjálvandi skulu føroyingar ikki rinda fyri at ganga í egnum landi!

2019-08-14 21:38

Vit skulu sjálvandi kunna ganga í okkara egna landi og okkara vøkru náttúru - uttan at rinda fyri hetta - so sum vit altíð hava gjørt. Hetta er grundleggjandi partur av tí, at búgva og liva í Føroyum og at vera føroyingur.

 

450 kr. fyri ein gongutúr við familjuni
Nú ferðavinnan er vaksandi, er hetta broytt. Frættu henda dagin, at rindast nú skulu 75 krónur fyri hvønn persón, fyri at ganga í ávísum støðum í Føroyum.

Hetta merkir til dømis, at vit sum familja - eins og allar aðrar familjur við 4 børnum - nú skulu rinda 450 krónur, um vit fara ein gongutúr ávís støð í Føroyum, og ynskja at uppliva náttúruna har. Tað er jú als ikki í lagi.

Ferðavinnugjøld skulu skipast betur

Vit skulu skipa alt, ið hevur við gjøld og inntøkur frá ferðavinnu í Føroyum betri og rættari.

Ferðafólk skulu sjálvandi rinda rímilig gjøld fyri at koma til Føroya, fyri at gista her, og fyri tænastur - hetta fyri at menna ferðavinnuna, verja okkara náttúru, gera gøtur og skeltir v.m. Eisini er hetta ein trygdarspurningur, tí eiga krøv eisini verða sett til útlendingar um, at hava ferðaleiðara við sær á farleiðum, ið eru hættisligar.

 

Inntøkur skulu koma øllum landinum til góðar

Tær inntøkur, ið koma frá ferðavinnuni, skulu eisini koma øllum landinum til góðar. Eitt nú eigur eigarin av einum haga at fáa part av inntøkunum, um skipað verður fyri vinnuligari útferð við ferðafólki í haganum hjá viðkomandi.

Men føroyingar mugu sjálvandi kunna ganga í náttúruni í okkara egna landi, uttan at rinda fyri hetta. Og tá farið verður út í náttúruna, skulu vit sjálvandi altíð hava virðing fyri tí virksemi, sum natúrliga er í hagum í Føroyum - júst so sum vit altíð hava havt.

 

Ferðavinnan kann verða ein sólskinssøga

Vit skulu stýra ferðavinnuni rætt og væl. Hetta vil tryggja, at ferðavinnan verður góð fyri føroyska samfelagið, og fyri okkum øll. Ferðavinnan kann eitt nú skapa arbeiðspláss kring alt landið, skapa inntøkumøguleikar fyri okkara listafólk, gera ferðamøguleikar hjá føroyingum uttanlands bíligari og meira fjøltáttaðir, skapa eina spennandi matstovu vinnu, marknaðarføra Føroyar og harvið eisini okkara útflutningsvørur, og sum heild gera tað enn meira spennandi og gott at búgva og liva í Føroyum. Eisini kunnu og skulu inntøkur frá ferðavinnuni nýtast til, at verja og betra um okkara umhvørvi og vøkru náttúru. Byggjast skal eisini víðari á tey átøk, ið longu eru og verða framd fyri, at málrætta ferðavinnuna til, at fáa ferðafólk til Føroya, ið leggja pening eftir seg alt árið – og tryggja, at vit ikki bjóða fleiri til Føroya enn okkara náttúra og samfelag megna at móttaka á góðan hátt.

Latið okkum saman fáa skipaði og greið viðurskifti á hesum øki - sum skjótast. Hetta verður til fyrimuns fyri ferðavinnu, ferðafólk og okkum øll - fólkið í Føroyum. 

 

Kristina Háfoss

Valevni fyri Tjóðveldi