Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað finnast eisini góðir vinir í politikki

2019-06-24 22:05

Tá eg hendan dagin í januar fór út á Tinganes at geva Aksel V. johannesen, løgmanni, boðini um, at eg fór at leggja frá mær sum landsstýriskvinna í mentamálum, var tað sjálvandi ein nokkso sorgblíð løta okkara millum. 

Vit bæði høvdu nú í meiri enn sjey ár dagliga samstarvað væl og tætt um at leiða Føroyar á eina rættvísari og rúmligari leið, og alt hetta endaði nú brádliga við málinum um Skúladepilin við Marknagil. Soleiðis er politikkur nú viðhvørt!

Men eg minnist enn síðstu orðini okkara millum hesa løtuna, har eg gav løgmanni takkarhond við hesum orðum: “Vælsignaður Aksel, kanst tu lova mær eitt, nú eg ikki sleppi at fullføra mín gerning á útbúgvingarøkinum. Vinn tú nú okkum í Javnaðarflokkinum á mál við arbeiðinum við yrkisútbúgvingarøkinum, sum eg setti i gongd sum tad fyrsta, tá vit tóku við!”

Og hann so gjørdi!

Í dag, mánadagin hin 24. juni, settu løgmaður og umboð fyri yrkisfeløgini og Vinnuhúsið signaturin undir eina slóðbrótandi trípartaavtalu um alt yrkisútbúgvingarøkið, sum skal framtíðartryggja tilgongdina av faklærdum starvsfólkum innan handverk, skrivstovu og handil.

Tað var longu á heysti í 2015, at eg kallaði allar partarnar saman norðuri á Tekniska Skúla í Klaksvík, har vit, eini 40-50 fólk, umboðandi politiska myndugleikan, yrkisfeløgini og vinnuna, orðaðu nakrar arbeiðssetningar fyri, hvussu vit kunnu styrkja og menna yrkisútbúgvingarøkið í Føroyum. Og serliga í mun til stóru avbjóðingina við sveiggjunum í búskapinum, sum gera, at lærlingatilgongdin er so ójøvn. Øll vóru samd um, at skiftini millum arbeiðsloysi og mangul uppá arbeiðsmegi er ein alstórur trupulleiki, sum vit í felag máttu finna loysnir uppá.

Síðan tá hava partarnir miðvíst arbeitt við at finna loysnir, og undir kønari leiðslu av Alfred Petersen, er nú rokkið á mál.

Ikki minst orsaka av, at Føroya løgmaður er ein rættur Javnaðarmaður, sum beit seg fastan og tvíhelt um, at hetta málið skuldi í hús áðrenn summarsteðgin.

Kæri vinurin, Aksel! Takk fyri títt ótroyttiliga íkast, sum nú bar á mál!

Og góðu øll tit, sum varða av yrkisútbúgvingarøkinum! Hjartaliga tillukku við landsins fyrstu trípartaavtalu, sum nú leggur lunnar undir enn meira fruktagott samstarv, eitt nú innan vaksnamannalæru. Tykkara lutur liggur so ikki eftir, og eg veit, at tit hava veruliga lagt nógv fyri, so hetta skuldi hepnast. Ja, hetta er fakstiskt heilt fantastiskt! Takk fyri!

V. Rigmor Dam