Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví Føroyar ikki eru innovativar

2019-06-16 17:19

Mangur føroyingur hevur undrað seg yvir hví vit ikki hava fleiri sterkar vinnur í Føroyum, aðrar enn fiskivinnu. Politikarar hava mangan tosað um hetta sum at vit skulu hava “eitt annað bein at standa á”. Og mangur hevur av Tinganesi filosoferað um, hvussu tey kunnu skapa hesa vinnu.

Tað, sum tey ongantíð vilja viðurkenna, er, at politikarar megna ikki at skapa nakað vinnulív, og tað vinnulívið sum vit hava, hevur lítið og einki við teir at gera. Innovatión kemur frá botninum.

Tað, sum eg vil við hesum, er at vísa vísa á at Føroyar eru soleiðis samansettar, at møguleikarnir fyri at nýtt vinnulív stingur seg upp eru smáir, tí møguleikarnir at spara sær saman pengar eru avmarkaðir.

Tíðarpreferensa og uppsparing

Ein maður býr einsamallur á eini oyggj, og hansara einasta føði er fiskur. Hann fangar fiskin við hondini. Hann klárar at fanga 10 fiskar um dagin. Um hann fiskar við nót ístaðin, so kann hann fanga 20 fiskar um dagin, tvífalt so nógv.

Men tað tekur honum 7 dagar at gera nótina, og tí má hann spara sær upp fiskar fyri at kunna yvirliva í 7 dagar uttan at fiska. Hesin maðurin fann út av, at um hann var umhugsin við matinum, so kundi hann livað av at etið 5 fiskar um dagin. Tað vil siga, at hann má fiska í eina viku fyri at spara sær nokk upp av fiski, til at liva eina viku uttan at fiska, meðan hann ger nótina.

Tá ið hann so hevur gjørt eina nót, so kann hann, um hann ynskir, gera sær ein bát. Tað tekur 14 dagar at gera bátin, so hann má goyma fisk (uppspara) fiskar í tvær vikur fyri at yvirliva í tær tvær vikurnar, tað tekur at gera ein bát.


Amboð

Framleiðsla

Forbrúk

(fyri at yvirliva)

Tíð neyðug at gera nýggj amboð

Uppsparing neyðug at gera nýggj amboð

Við hond

10 pr. dag

5 pr. dag

-

-

Við nót

20 pr. dag

5 pr. dag

7 dagar

35 fiskar

Við báti

40 pr. dag

5 pr. dag

14 dagar

70 fiskar

Her eiga vit at leggja til merkis, at tað má vera ein fyrimunur við at gera eitt net ella ein bát. Maðurin fer ikki at liva á hungursmarkinum, um tað ikki kemur honum til góðar seinni. Hetta er tí at lond sum Føroyar hava torført við at vera innovativ.

Legg til merkis í talvuni omanfyri, at um forbrúkið fyri at yvirliva var hægri, so hevði tað tikið enn longri at gjørt eitt net ella ein bát. Um maðurin velur at eta allar fiskarnar hvønn dag, so er ongin framgongd møgulig. So, fyri at taka samanum: Fyri at skapa innovatión og vøkstur, mugu fólk hava frælsi og initiativ til at spara upp.

Tað er hugstoytt at liva í einum landi, har politikarar síggja tað sum sína fremstu uppgávu at konstant at leita nýggjum hættum at ræna fólkið fyri pengar. Gevur nakað avkast, so skal staturin hava sín stóra part av kakuni, uttan at geva haldgóða orsøk fyri tí. Hygg bara at, hvussu fólk eru farin at rationera við sínum búplássi. Hópin av fólki byggja eina eyka íbúð at leiga út til ferðafólk, tað verður bæði rationerað við plássi, og útboðið er í vøksturi. Men ístaðin fyri at lata marknaðin taka sær av uppgávuni og lata útlendskar pengar skola inn í landið, so sita fólk fólk uppá landsins besta og úthugsa hugskot um, hvussu man kann taka initiativið frá fólki, so tey heldur lata kjallaran standa tóman.

Hetta er eitt av fokusøkjunum hjá Føroyaflokkinum