
Eru dupultfunktiónirnar bert í útjaðaranum?
2013-07-03 02:44
Hví verður altíð hugsa um smáu sjúkrahúsini, tá ið tosað verður um dupultfunktiónir ? Hvat við at venda kanónini og hyggja nærri eftir Landssjúkrahúsinum, tá tosað verður um dupultfunktiónir á sjúkrahúsunum.
Eri samd, at dupult- ella trippel funktiónirnar ikki kunnu halda fram. Bæði av fíggjarligum orsøkum og ikki minst, tá vit hugsa um rutinuna hjá serlæknunum í Føroyum. Vit eru bert umleið 48000 íbúgvar og bara ein lítil partur av hesum hava tíbetur tørv á serfrøðini.
Tá vit tosa um rutinu hjá læknum, kann eg nevna, at í Danmark skal ein serlækni helst luttaka í 50 skurðviðgerðum árliga av hvørjum slag innanfyri sítt egna serøki. Hetta ger seg í hvussu er galdandi innanfyri tær mest vanligu viðgerðirnar. Hetta er tó ikki nakað krav fyri at kunna virka sum serlækni, men er ein kvalitetsindikator.
Nýggir møguleikar
Tað verður ofta sagt, at nú vegakervið er so væl útbygt, eiga vit at síggja nýggjar møguleikar. Hesum eri eg so púra samd í, og hvat við at síggja møguleikar í at koyra sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkrahús. Hagtøl vísa eisini, at tað tíbetur er gingið upp fyri nógvum, at tað er gott at koma á Klaksvíkar Sjúkrahús. Upptøkuøkið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er voksið og alsamt fleiri uttanfyri Norðoyggjar leita sær heilsubót á sjúkrahúsinum her. Klaksvíkar Sjúkrahús er tí ikki bert eitt lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar.
Danmark er kanska størsta fyrimyndin hjá nógvum føroyingum og bara í Keypmannahavn eru fleiri sjúkrahús. Onkustaðni er bert 10 min koyring ímillum hesi. Hetta eru sjúkrahús við ymsum sergreinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í fleiri áratíggir sæð møguleikar í globaliseringini. Serlæknar á altjóða støði aðrastaðni frá innan ymsar sergreinar koma hendavegin. Hetta virkar avbera væl og er til stórt gagn og stóra gleði fyri allar føroyingar.
Samanborið við hini sjúkrahúsini er ikki nógvur peningur játtaður til Klaksvíkar sjúkrahús seinastu árini. Suðuroyar Sjúkrahús er nýtt og stórar útbyggingar eru gjørdar á Landssjúkrahúsinum og har verður framhaldandi útbygt. 15 mió blivu játtaðar til Klaksvíkar sjúkrahús og har verður nógv sett inn fyri at fáa sum frægast burtur úr. Sjúkrahúsið hevur verið forsømt í fleiri ár og 15 mill røkka bara til tað mest akutta.
Nógv virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Her verða gjørdar ortopædiskar operatiónir, ryggoperationir , ymiskar hondoperatiónir , æðraknútar, brokk, kikarakanning av liðum, ymiskar primerar/sekunderar mjadnaoperatiónir og knæútskiftan, barnaortopædi, kikarakanning í maga og tarmum, kikaraoperatión gall. Eisini koma sjúklingar í kirurgiska ambulatorii til kanningar, áðrenn og eftir kannan, sárskift o.a. Her verða eisini smærri operatiónir í lokaldoyving gjørdar. Umframt at skaðastovan tekur ímóti og kannar og viðgerð fólk, sum eru skadd.
Skaðastovan hevur opið alt døgnið.
Á sjúkhúsinum eru 3 fastir læknar, sum hava sergrein í ortopædi, kirurgi(búk) og medicin.
Sjúkrahúsið hevur 2 songjardeildir, ein við 24 plássum til ortopædi, kir, urologi, alm.kir.- eindagskir.- sáramb., ryggamb. Medicinska deild hevur 12 pláss til almen medicin, uppafturvenjing , med. regulering.- diabetes amb, lungnaamb, med. amb.
Báðar deildir taka ímóti akuttum sjúklingum alt døgnið.
Havi hug at spyrja, hvar allir hesir sjúklingar skulu fara, um Klaksvíkar Sjúkrahús ikki var ? Landssjúkrahúsið er frammanundan yvirfylt og vit hava hoyrt um at sjúklingar liggja úti á gongini har. Um Klaksvíkar Sjúkrahús skal niðurleggjast, so skal landssjúkrahúsið útbyggjast fyri 100 tals milliónir og meir centraliserast . Ikki vænti eg tað verður nøkur sólskinsssøga. Samstundis lesa vit um toppkarakter til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Tað kundi kanska verið áhugavert at definera, hvat fólk meina við, tá tey siga, at allar dupultfunktiónir skuldu niðurleggjast. Er tað t.d. meiningin, at laboratoriið og røntgen á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal niðurleggjast. Um tað verður gjørt, so verða sjúklingar noyddir at bíða rættuliga leingi inntil kapacitetur er til hetta á Landssjúkrahúsinum. Ella er tað kanska meiningin at Landssjúkrhúsið skal uppnormerast ?
Bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum til áraknútar, brokk og kikarakanningar kann somuleiðis vera rættuliga long.
Klaksvíkar Sjúkrahús ger júst tað rætta
Tað starvast uml. 40 serlæknar á Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast 3 serlæknar. Aftrat hesum trimum koma so skiftandi konsulentar frá viðurkendum sjúkrahúsum aðrastaðni frá. Hesir gera somu skurðviðgerðir fleiri ferðir um vikuna og hava soleiðis longu eina stóra rutinu, tá teir koma her.
Um vit skulu hava sjúklingin í fokus, so er hetta rætti vegurin at ganga. Starvsfólkið er eisini útbúgvið/eftirútbúgvið til júst hesar seruppgávur.
Tá alt kemur til alt, so ger Klaksvíkar Sjúkrahús júst tað rætta.
Øll vilja sjálvandi hava bestu læknar og bestu viðgerð, og meti eg at Klaksvíkar Sjúkrahús júst hevur hetta sum endamál. Hetta síggja vit eisini av hagtølum sum Norðlýsið var úti við. Tað koma fleiri og fleiri sjúklingar aðrastaðni frá í Føroyum til viðgerð á KS.
Sjúklinganøgdsemiskanningin gav Klaksvíkar Sjúkrahúsi gott skoðsmál.
Við í globaliseringina
Klaksvíkar Sjúkrahús eigur at fara enn longur og fáa sjúklingar úr øðrum londum hendanvegin til heilsubót, tí her arbeiða viðurkendir serlæknar á altjóða høgum støði.
Melda út
Fyri at venda aftur til dupultfunktiónir, so er tað ongantíð ov skjótt, at landsstýrismaðurin í Heilsumálum meldar út. Hvat virksemi skal verða á hvørjum sjúkrahúsi ? tað er ótolandi fyri allar partar at liva í óvissuni, og ikki minst hjá starvsfólkunum. Hesi hava krav uppá at vita, hvar tey skulu arbeiða ella ikki arbeiða í framtíðini.
Sjúklingurin í fokus
Sagt verður, at sjúklingurin skal í fokus, og sjálv kenni eg ikki til annað enn at sjúklingurin er í fokus, tá vit tosa um Klaksvíkar Sjúkrahús.