Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Fíggjarlógin 2019 og framtíðar átøk - serliga fyri føroyskt mál

2018-12-22 05:44

Nú er fíggjarlógin fyri 2019 samtykt, og tað er ein ørgrynna av málum, sum kundu fingið umrøðu.

Innan útbúgvingarøkið ynski eg at nevna og endurtaka: Løgujáttanin til Miðnám á Kambsdali er 1,5 mió ein og restin av játtanini til í ár verður flutt yvir um ár, so at umleið 5 mió eru til at fyrireika og projektera hesa alneyðugu skúlaútbygging, so hon verður klár at seta í gongd heilt skjótt.

Løgujáttanin til Tjóðpall Føroya eru umleið 7 mió við játtan og støðling, sum verður flutt yvir um ár. Og eg fari at senda eina inniliga áheitan á Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðfrúnna um at fáa tær semjur, sum eru neyðugar, fyri at vit kunnu taka størri stig nærri ímóti at byggja til Tjóðpall Føroya. Tað tykist ikki lætt at fáa fígging til at byggja týdningarmiklar mentanarstovnar – tann seinasti av slagnum, sum Føroyar bygdu til sítt endamál (um vit ikki taka útvarpshúsið frá 1981-1982 við), var bygningurin hjá Føroya Landsbókasavni frá 1980. Latum okkum fevna verkætlanina at byggja hesi livandi, pallistini, sítt tignarliga heim.

Í sama viðfangi er tað ein gleði, at vit hækka játtanina til rakstur hjá Tjóðpallinum við 200 túsund.

Filmspolitikkurin hjá samgonguni sæst betur og betur, og vit hækka aftur hesa ferð filmsjáttnaina við 400 tús!

Tá vit koma til søvn og líknandi, so er støðan, at vit játta til: Hvalastøðina, Bakkaverjuna í Kirkjubø, Víkingaskipið í Hovi, og Postsavn, og Ljóðbókatænastan verður styrkt – ikki nokk, men nakað. Umframt at vit halda fram at styrkja aling, skráseting og menning av verkætlanum við føroyska rossinum.

Tað, sum verri er, eru nakrar sparingar við 2.viðgerð, sum svíða, har tær verða framdar, og tær eru: 300 túsund av játtanini hjá Námi, 600 túsund av játtan til próvtøkur og 1 mió og 675 túsund av játtanini til miðnám.

Tí fegnist eg um, at vit hóast alt samdust um at seta 300 túsund inn aftur á játtanina hjá Námi – tí tað er lokomotivið fyri føroyskum tilfari til fólkaskúlan og miðnám, og kann breiða sítt virksemi enn longur – til td. tilfar á BA útbúgvingum á Setrinum. Hetta sigi eg, uttan at taka nakað frá Próvstovuni og frá miðnámsskúlaøkinum, sum er eitt fantastiskt fakligt og trivnaðarligt øki fyri okkara raska og talentfulla ungdóm.

Í nýggja Undirvísingarstýrinum, á Námi og á Próvstovuni fer fram eitt sjálvbjargnisarbeiði innan útbúgving, sum vit mugu virðismeta og seta orð á í nógv størri mun. Tí vit skulu megna allar próvtøkur á miðnámsstigi sjálvi - tað MUGU vit kunna klára. Harafturat skulu vit hava ein góðkendan, viðtiknan føroyskan førleikakarm, ein NQF. Hetta SKAL í komandi samgonguskjal og skal hava hægri fokus enn nakrantíð.

Tað føroyska málsamfelagið hevur eitt løgting, sum kann taka munandi avgerðir, sum kann veita munandi fígging, og sum kann seta í verk átøk og ábyrgdarfult arbeiði við øllum tí, sum liggur á láni:

· At røkja grundkorpus í móðurmálsorðabókini og framhaldandi hava stórt fokus á hana

· Styrkja Orðabókagrunnin

· Uppraðfesta Málráðið, sum hevur eina breiða ábyrgd men ikki nógv at arbeiða við

· Fremja meira orðabókagerð (íslendskt, svenskt, japanskt, hebraiskt, arabiskt og nógv onnur mál). Sprotin ger í løtuni Kinesiskt/Føroyska og nú hava fólkini handan Svensk/Føroysku orðabókina eina játtan at seta hol á arbeiði sítt.

· Styrkja týðaragrunnin

Eg kundi nevnt nógv fleiri funktiónir. Og vit gera m.a. hetta í fíggjarlógini fyri 2019: raðfesta FØ/SV/FØ orðabók, Raddarkennaraverkætlan, ljóðbøkur, film, leiklist...

Men fyrst og fremst: vit skulu hava ein “Master Plan” fyri føroyska málið: málrøkt, máltøkni og javnt arbeiði við hesum báðum; fyri undirvísingartilfar og at tryggja, at vit eru á øllum pallum, har vit eiga at vera. Og eg endurtaki: hetta skal í næsta samgonguskjal!