Sikker Psykiatri í Føroyum
2015-01-29 19:00
Sikker Psykiatri – hvat er á breddanum nú?
Hví Sikker Psykiatri?
· Fólk, sum hava psykiska sjúku liva 10-20 ár styttri enn onnur.
- Psykisk sjúka er ein av teim 10 sjúkunum, sum oftast elva til miss av góðum liviárum.
· Fólk, sum hava psykiska sjúku, verða ikki útgreinað og viðgjørd fyri somatiska sjúku líka væl sum onnur
(kelda: www.sikkerpsykiatri.dk)
Í 2014 hevur verið arbeitt við “Sikker medicin”. Arbeitt hevur verið við:
Medisinavstemman
Medisingjøgnumgongd
Hárisikomedisin (tricykliske antidepressiva, leponex/clozapine og litarex)
Benzodiazepinir/antipsykotika – Ætlan fyri stigvísa minking
Polyfarmaci
Arbeitt verður framhaldandi við “Sikker medicin”. Málið er, medisinavstemman skal verða gjørd hjá 95% av øllum sjúklingum við innleggjan og við útskrivan, og at medisingjøgnumgongd skal verða gjørd hjá 95% av øllum innan 7 dagar.
Eisini verður farið í holt við somatiska pakkan. Fólk, sum hava psykiska sjúku liva 10-20 ár styttri enn onnur. Mett verður, at 60% av hesum, er orsakað av somatiskari sjúku. Tað er serliga talan um hjarta-æðra sjúkur, metaboliskar sjúkur og ígerðarsjúkur (infektiónssjúkur). Tí skulu vit gera átøk á hesum økinum.
Her finnst meira er at lesa um hvørji átøk verða mett neyðug
http://www.sikkerpsykiatri.dk/media/1323/somatisk-sygdom-baggrund-og-evidens-samlet.pdf
Fyri at meta um arbeiðið, sum vit eru farin í holt við, verður arbeiðið mett í mun til ásettar indikatorar. Meira um hesar eru at lesa her:
http://www.sikkerpsykiatri.dk/media/1322/somatisk-sygdom-indikatorer-samlet.pdf
Kunning um prosjektið og metoduna er at finna á heimasíðuni: www.sikkerpsykiatri.dk
Vegna Sikker Psykiatri toymið
Eydna Iversen Lindenskov, projektleiðari