
Satan talar til sínar demonir
2014-07-16 18:37
Satan talar til sínar demonir
Vit mugu finna ein máta at gera so, at menniskjuni missa trúnnað á Jesus. So leingi,
sum tey tilbiða Jesus og liva í andanum, hava vit onga magt yvir teimum.
Fyrr gingu menniskju út í náttúruna og undraðust á Guðs skapanarverk og samtalaðu
við hann, tað var heiligdagar og yrkadagar, børnini tøku tey eisni við.
Satan sigur; Nú havi eg hugsað, høvdu vit fingið tey trúgvandi upp at klandrast sína
millum, so høvdu vit vunnið ein tryggan sigur, tí tað kann koma at kosta teimum dýrt.
Jesus fyrigevur teimum alt, men so mugu tey av hjarta fyrigeva hvørjum øðrum og
ikki lúgva fyri sær sjálvum, at alt er sum tað skal.
Húrra sigur Satan, nú havi eg funnið besta máta, tað er tíðina, ið vit skulu stjæla frá
teimum.
Øll tey ting, sum menniskjuni stuttleika sær við, sum ikki kunnu kallast synd, eru júst
tað, sum stjelur tíðina, bæði her og heima og úti í heimi.
Satan sigur; Send tey til hesar ymisku ídróttarstevnur, helst fótbólturin, sum fer sum
ein eldur runt heimin og eisini her hjá okkum.
Víðari sigur hann; yvirstimbra menniskjuni á ein slíkan hátt, at tey lurta nógv eftir
verðsligum tíðindum, radio, fløgum og helst, tá tey koyra bil.
Havi altíð sjónvarpið frá í heiminum og hartil fløgur. Syrg fyri, at hvør handil og allar
matstovur spæla tóonleik við íblásturi frá mær.
Hetta vil fylla teirra sinn og bróta sáttmálan við Jesus. Fyll borðini við vikubløðum,
tíðarritum og buka hetta inn í teirra høvd, 24 tímar um døgnið.
Lat tað flóta yvir við telduposti, junkmail, skráum, leikum ,tíðindum, lýsingum,
fríðum vørum, tænastum, við falskari vón. Lat tey arbeiðia og arbeiða við nógvari
yvirtíð, tjena nógvan pening og ongantíð fáa nokk og ogna sær alt hetta, sum tey
síggja, hús bilar og øll tey ting, sum heimurin prálar við.
Lat tey keypa og tráa eftir øllum hesum verðsliga, sum tey vita, at tey einki fáa við
sær, tá tey fara hagani, tey mugu fara við tómum hondum.
Tað fer at eydnast! Tað fer at eydnast! Róptu demonirnar og fóru fúsar til verka –
vitinskapurin hjálpur okkum so væl, tí teir koma í heilum við nýggjum uppfinningum.
Rúmbinda fólk til teldunar. Serstakliga hesar smærru teldurnar, sum eru komnar, og
sum tey altíð hava við sær, tá tey fara at ferðast.
Komin uppá pláss, sita tey bara og stara niður í telduna og fáa so einki við av tí, sum
hendur rundan um tey.
So koma fartelefonirnar, har tú sær fólk allastaðni standa, sita, inni og úti, eisini tá tey
koyra bil, við hondini upp til oyra við hesum fartelefonunum.
Til jólini, gevi børnunum jólamannin til at leiða tey burtur frá, í staðin fyri at læra tey
kjarnina í jólunum, gev teimum eina páskharu og nógv egg, ístaðin fyri at tala um
páskaboðskapin.
Tað skuldi heldur verið heilagi andin, sum fór sum eldur út um heimin og eisini her
hjá okkum.
Sjálv vil eg heita á øll trúgvandi, lat okkum blíva yvirstymbrað av heilaga andanum
og vera fús at arbeiða fyri Jesus hesa stuttu tíð, ið vit hava eftir her. Meiningin er ikki,
at vit skuldu blíva verðandi her, men bara yvir eitt tíðarskeið.
Vit síggja hvønn dag, at menniskjuni blíva borin út í kirkjugarðin, tá tíðin er at endað
her.
Hvør ið tú er, trúgvandi ella ikki, so skal tú vita, at um tú ongantíð hevur havt nakran,
sum elskar teg, so skal tú vita at tað er ein, sum altíð hevur elskað teg. Hann er ikki
hvør sum helst, tað er Hann, sum skapti teg. Hann hevur ikki nøkur favoritbørn. Hann
elskar hvørt einasta menniskja líka høgt. Hann hevur eina plan við tínum lívi og Hann
hevur alla magt í himli og á jørð. Vit fylgjast við tær allan vegin, til hann tekur teg
heim, sum við, við vin umgongur Harrin tann ið fylgir við honum. Hugsa ein vin fyri
lívið, Hann vil, at vit skulu siga ja til hann, fyri at Hann kann koma inn.
Í opinberingini 3. kap., 20. vers.
Hygg, Eg standi fyri durinum, banki! Hoyrur onkur rødd mina, og letur upp
dyrnar, skal eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann
við mær.
Sáln. 50, vers 15
Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – eg skal svara tær og tú skal prísa mær.