IKTUS 10 ár - hátíðarhald í Elim

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd – gjaranes@gmail.com – SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus 30.04.2018

MYND: Anja Hansen, ábyrgdari av Kristiligu Sjónvarpsstøðini IKTUS

Tú kanst hoyra tíðindainnslagið her: https://r7.fo/news/9768/kristilig-tidindi-67-kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus

_____________________________________________________________________________

IKTUS 10 ÁR

- hátíðarhald í Elim

Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS, sum hevur upptøkuhølir á Steinamørk í Søldarfirði, rundaði síni 10 ár týsdagin 08. mai, tá støðin varð sett á stovn.

Tað varð farið beinanvegin til verka, tá støðin var sett á stovn, at fyrireika fyrstu sjónvarpssendingina frá IKTUS, sum varð send beinleiðis úr hølunum á Steinamørk í Søldafirði hósdagin 30. oktober í 2008, har fólk vóru boðin til móttøku, samstundis sum tað varð sent beinleiðis. Hetta var dagurin, tá IKTUS byrjaði at senda regluliga.

Hetta 10 ára skeiðið hevur Kristiliga Sjónvarpsstøðin sent regluliga hvørja viku bæði møtir, bíbliutímar, samrøður, fyrilestrar og annað kristiligt tilfar. IKTUS er ikki bert ætla ávísum trúabólki í Føroyum, men allar evangeliskar samkomur hava møguleika at nýta IKTUS sum teirra amboð at náa út til Føroya fólk.

Sjónvarpsstøðin IKTUS verður ikki rikin handilsliga, men er ein sjálveigandi stovnur, sum verður rikin við gávum og stuðuli frá einstaklingum, samkomum, kirkjum, virkjum og stovnum.

Í nevndini sita í dag Anja Hansen, Randi Jacobsen og Ingi á Steinamørk. Anja Hansen hevur verið ábyrgdari av sjónvarpsstøðini øll 10 árini, og tað var eisini Anja, sum tók stigi til at byrja eina Kristiliga Sjónvarpsstøð í Føroyum, sum hon valdi at geva navnið IKTUS. Anja hevur verið væl stuðlað av manninum Terja, børnum teirra, foreldrum, systkjum og ikki minst av abbanum Dávur, sála, í sínum slóðbrótandi sjónvarpsvirki, sum er tað einasta av sínum slag í landinum.

HÁTÍÐARHALD: 10 ára føðingardagurin hjá Kristiligu Sjónvarpsstøðini IKTUS varð hildin sunnudagin 06. mai kl.18:00 í Elim í Søldarfirði, har øll vóru hjartaliga vælkomin. Samstundis varðnýreneveraði salurin í Elim tikin í brúk. Føðigardagurin varð tikin upp og sendur í IKTUS sjálvan ársdagin týsdagin 08. mai. Tað vóru fleiri heilsanir bornar fram, har ímillum Jógvan Zachariassen, fyristøðumaður í samkomuni Lívdin. Flestu talur, sum Jógvan hevur í Lívdini, verða sendar í IKTUS.

Kristiliga Tíðindasendingin vil fegin takka Anju fyri hesi farnu 10 árini, og ynskir IKTUS hjartaliga til lukku og Guds ríku signing tey næstu 10 árini