Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ikki nær tað hendir - tá tað hendir

2014-04-24 22:38

Tað er IKKI ein spurningur um NÆR, men TÁ tað hendir !!!! hví skal ólukkan altíð henda árenn okkurt verður gjørt ??

Fari at senda ein tanka til býráðið og Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Jógvan Arge, Bogi Andreasen - Fólkaflokkurin, Elin Lindenskov og annars tykkum øll har heima .... frá mær her úti í mjørkanum:

Vit skulu koyra út frá Norðasta Horni í øllum veðri, men gudveit, nú mjørkin aftur er lagstur, og tað ger hann alvorliga nógv "her uppi millum fjøllini", so taka vit ofta kjansin, vit hava ikki ánilsi av, um onkur kemur av Velbastað, Gomlurætt ella Kirkjubø við 110 km um tíman, tí tað gera nógv, og ikki minst um tey, sum koma úr Havnuni og skulu klára Teistan, ella hvør nú siglir... og eru alt ov góð við speedaran, tíanverri.

Vóni ikki at tað verður ein bilur fullur av børnum, sum kemur at liggja í millum, men einaferð sker ólukkan og eg grúði meg, sigi fyri meg eg blundi ofta og bíti tenninar saman og koyri. KANN nakað gerast???

At seta fartin niður verður ikki virt, tí her úti er løgreglan ongantíð, her koyra bilarnir sum svakir á Velbastaðvegnum, tíanverri, og verður okkurt gjørt árðenn ólukkan er hend, t.d. rundkoyring, so steðga vit eisini ørvitiskoyringini her úti um náttina. Her koyra ungir dreingir kapp soleiðis, at vit vakna av speedanini... 

Betur er at binda um heilan fingur, enn at syrgja tað sum kundi verði gjørt betur !!!!!

Vinarliga
Ann Mikkelsen