Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Annfinn V. Hansen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ikki havt dupultleiklut í sambandi við søluna av Asfaltverkinum á Sundi

2019-11-25 00:46

Í sambandi við, at Kringvarp Føroya í nógvum sendingum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, hevur umrøtt søluna av Asfaltverkinum á Sundi, er mín leiklutur í málinum viðgjørdur fleiri ferðir.

Eg verði lagdur undir at hava havt ein dupultleiklut í samband við søluna, sum eftir tí almenni tíðindastovnurin førir fram, er brot á reglurnar, sum galda fyri advokatar.

Hetta er skeivt.

Í samband við handilin av Asfaltverkinum, havi eg umboða seljaran, meðan Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, umboðaði Landsverk.

Longri er tann søgan ikki.

Men tað merkir ikki, at eg ikki havi gjørt arbeiðir fyri Landsverk í øðrum sambandi. Eg havi veitt ráðgeving í starvsfólkamálum og eg havi gjørt eitt notat um langtíðarleigu fyri Landsverk. Hetta gjørdi eg 15. november 2016, meðan sølusáttmálin viðvíkjandi Asfaltverkinum var undirskrivaður 6. oktober - eisini í 2016.

So ja, eg havi gjørt arbeiðir fyri Landsverk, men ikki samstundis sum eg umboðaði mótpartin og ikki í viðurskiftum millum seljara og keypara í samband við Asfaltverkið.

Tað er ikki brot á nakrar reglur fyri advokatar.

Hetta fyri at tað faktuella í málinum aftur kann beinast inn á rætta kós.

Vinarliga
Annfinn V. Hansen, advokatur