Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ikki ein króna setta av at teksta sendingar í sjónvarpinum

Gjørdist ikki sørt ørkymlað at síggja, at Mentamálaráðið heldur ikki hesaferð hevur sett eina krónu av á fíggjarlógini til at teksta føroyskar sendingar í KvF.

MBF hevur í fleiri ár arbeitt við álvarsomu avbjóðingini, at einir 7.000 føroyingar, sum hava niðursetta hoyrn, verða útihýstir frá føroyskum sendingum í KvF. Støðan er tann, at hesi ikki kunnu fylgja við í sendingunum, uttan at sendingarnar verða tekstaðar til føroyskt.

MBF hevur seinastu tvær vikurnar sent teldupostar beinleiðis til landsstýriskvinnuna í mentamálum, somuleiðis hava vit ringt nærum dagliga til embætisfólk í Mentamálaráðnum uttan at hesi taka telefonina. Tílíkt eigur ikki at vera góðtikið í einum framkomnum landi.

Nú vit enn einaferð síggja, at ongin upphædd er sett av á fíggjarlógini at teksta sendingar í KvF, kunnu vit ikki annað enn tulka hetta sum, at samgongan einki leggur í viðmerkingarnar frá ST nevndini í samband við hoyringina viðvíkjandi ST sáttmálanum fyri fólk, ið bera brek, sum var í september 2014.

Niðurstøðurnar eru greiðar og siga, at nevndin krevur, at landsstýrið tryggjar bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn atgongd til allar sendingar, ið KvF sendir.

Tað, sum harmar okkum mest, er at síggja, at hóast vit hava roynt alt vit kunnu at fáa politiska myndugleikan at skilja støðuna, sær tað ikki út til at rína við, og tey sýnast líkasæl.

At 7.000 føroyingar liva í føroyska samfelagnum uttan at hava atgongd til tær fyriskipanir vit vanliga síggja sum ein sjálvfylgja er ikki í lagi.

Tá vit fyrr hava tosað við Mentamálaráðið varð sagt, at KvF má raðfesta at teksta sendingar, meðan KVF sigur, at tey mugu fáa eina játtan, ið er oyramerkt til at teksta sendingar.

Haldi, at nú er tíðin komin, at nakað hendir á hesum øki.

Tí vil MBF hervið heita á fíggjarnevndina um at tryggja, at peningur verður oyramerktur á fíggjarlógini til at teksta sendingar í KvF.

Hetta skriv er sent øllum politiskum flokkum á tingi og ynskja vit, at hetta verður tikið við í viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2018.

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF