Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Høgni í Stórustovu (Mynd: Kvf.fo)

If You tolerate this ​Your​ children will be next

2019-11-25 00:44

Týsdagin fer Vinnunevndin at hava sín fyrsta fund um viðgerðina av lógini um sjótilfeingið, og vit eru nú stødd langt inni í fyrra hálvleiki í einum av týdningarmiklastu dystunum í fólkaræðissøgu Føroya nakrantíð – dysturin um okkara ríkidømi í havinum.

Ein “gamechanger” í unga føroyska fólkaræðinum. Ein dystur móti einum harðrendum valdi, sum roynir at vera so ósjónligt, sum til ber. Eitt vald, sum longu er forfordeilt, sum stýrir við harðari og grammligari hond við sterkum peningaligum áhugamálum í rygginum, gjøgnum fíntmaskaði netverk og borið fram og stýrt av summum øgiliga tilvitaðum og øðrum ótilvitaðum hjálparfólkum. Summi eru fólkavald á Løgtingi og í bý- og bygdaráðum, onnur eru bæði lønt og ólønt og eru at finna í meiri og minni formellum netverkum og portalum, mynstraði undir einum felags máli um beinleiðis sum óbeinleiðis at royna at ávirka úrslitið av dystinum um, hvør eigur rættin til virðini í sjónum.

Tað, sum spælt verður um, er “Ogn Føroya fólks” og veruligi liðformaður á liðnum hjá samgonguni er Fólkaflokkurin. Hann, sum spælir fyri í veruleikanum endaliga at avreiða ogn Føroya fólks til eitt fámannaveldi. Ítøkiliga prógvið um at so er, sæst aftur í samgonguskjalinum og í uppskotinum til nýggja lóg. Ein nýggj lóg, sum varð skrivað upp á 24 dagar!

Sigast skal tó, at í byrjanini av dystinum, sær tað tó ikki út til at allir leikararnir í fólka-, sambands- ella miðflokkinum enn eru heilt tryggir í trongu fólkaflokkstroyggjuni, sum tey eru latin í til dystin.

Men tað kemur at vísa seg longur fram í dystin, vit koma.

Tey, sum spæla á liðnum, sum skal tryggja, at ogn Føroya fólks framhaldandi verður verandi ogn Føroya fólks, eru Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Framsókn við javnbjóðis liðformansskapi; men tey leika nú á útivølli sum andstøða. Tey ynskja m.a. eisini at spæla um at tryggja, gjøgnum lóggávu, at øll í Føroyum fáa ágóða av árliga virðinum av somu ogn. Enn vita vit ikki annað, enn at troyggjurnar passa.

Tað er sagt av øllum - og enntá endurtikið av Fólkaflokkinum, aftaná at málið var fyri á landsstýrisfundi, tí summi í sambandsflokkinum av røttum fingu ófrættakenslu, at sjálvandi er fiskiríkidømið Ogn Føroya fólks.

Veruliga virðið av ognini er torført at fáa staðfest, m.a. tí tey, sum nú standa til at vinna dystin saman við Fólkaflokkinum, berjast við hond og fót fyri at fjala virðið.

Er tað so einfalt, sum tað verður gjørt til, at av tí tað stendur í lógini, og tí løgtingsfólk siga tað, er fiskiríkdømið Ogn Føroya fólks?

Veruleikin er í hvussu er ikki so einfaldur. Tað hava vit sæð, tí m.a advokatar hava kjakast um spurningin í almenna rúminum. Eitt sjónarmið er, at rullandi loyvir í 12 ár, sum er tað, sum samgonguliðið ynskir at spælt verður um, í veruleikanum eru varandi loyvir – ein reel

privatisering av milliardavirðum til loyvishavarar, sum eisini skulu kunnu seljast og spekulerast við – enntá við útlendskum kapitali í rygginum.

Eitt rættarmál, sum setir ognarviðurskiftini upp á spíssin, varð útsett til aftan á dystin, t.v.s. til aftaná, at lógin er endaliga samtykt. Tað málið varð umrøtt í Breddanum í ÚF 21. november, og eg vil viðmæla øllum at lurta eftir hesi sending. Her verður málið umrøtt, og advokaturin og løgtingslimurin Christian Andreasen umrøður, hví hansara leiklutir í málinum eru í lagi. Tað vil og kann eg ikki lata standa óátalað.

Útsetta rættarmálið er avgerandi partur í dystinum, sum vildi kunna avgjørt valdið og viljan hjá Løgtinginum um at rættarstøðan er, at fiskatilfeingið er Ogn Føroya fólks.

Christian Andreasen, advokatur, og nú eisini løgtingslimur, greiddi í sendingini frá grundarlagnum fyri stevningini hjá klienti sínum móti Føroya Landsstýri. M.a. er Føroya Landstýri stevnt at skulla viðurkenna, at heimild ikki var fyri, hjá einum samlaðum Løgtingi, at uppsiga øll fiski- og veiðirættindi í 2007 at fara úr gildi 1. Januar 2018. Ein stevning, sum tilber at siga eisini óbeinleiðis rakar Løgtingið, har advokaturin eisini er løgtingslimur.

Advokaturin Christian Andreasen hevur mett og ráðført klientar sínar um, at so stórt spurnartekin kann setast við avgerðina hjá Føroya Løgtingi um at uppsiga fiski- og veiðirættindi við lóg í 2007, at grundarlag er fyri at stevna.

Við støði í hesi staðfesting ber av røttum til m.a. at seta hendan spurning:

Um veiðirættindi, sum eru Ogn Føroya fólks, og sum vóru latin sum tíðaravmarkaði brúksrættindi, ikki kundu takast aftur ella ganga út 1. Januar 2018, sum eitt samt Løgting staðfesti í lóg, hvussu sterk verður so rættarstøðan hjá føroyingum til Ogn Føroya fólks við 12 ára rullandi loyvum?

Tað áhugaverda í hesum máli eru ymsu leiklutirnir, sum advokaturin og løgtingslimurin Christian Andreaen spælir.

Advokaturin Chrisitian Andreasen útsetir, vegna sín klient, rættarmálið móti Fiskimálaráðnum – landsstýrismanninum Jacob Vestergaard, og eg gangi út frá, at báðir partar eru samdir um tað. T.v.s. at semja er millum hesar partar - liðformenn um fyribils at útseta hendan partin í dystinum.

Vit hoyrdu í sendingini, at grundgevingin fyri útsetingini m.a. var, at lógaruppskotið um sjótilfeingið, sum nú spælt verður um í Løgtinginum, kanska fer at gera órættin góðan aftur, og tí verður møguliga eingin dystur. Sorry fyri ónáðir reiðarí.

Tað skal tó undra meg almikið, um ikki løgtingslimurin og fólkaflokksmaðurin Christian Andreasen eigur onkran leiklut í smíðingini av verandi lógaruppskoti um sjótilfeingið. Tað vildi verið skítbýtt annað av Fólkaflokkinum ikki at gagnnýtt førleikar og royndir hjá advokatinum Christiani Andreasen at smíða lógargeinarnar, sum tryggja at fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum verður veruleiki, ella hvat?

Hvør eigur røddina hjá løgtingsmanninum Christiani Andreasen, tá ið lógaruppskotið um sjótilfeingið verður umrøtt politiskt er ein annar áhugaverdur spurningur?

Røddin er í hvussu so er fyri ein part keypt og goldin fyri av klientinum, sum er ráðførdur um at stevna, at afturtøkan av fiski- og veiðirættindum í 2007 pr. 1. januar 2018 er óheimilað. Men vit hava eisini hoyrt frá løgtingsliminum Christiani Andreasen, at fiskiríkidømið í havinum er Ogn Føroya fólks?

Áðrenn dysturin – rættarmálið - varð útsettur, leiktu Høgni Hoydal, Poul Mikkelsen og Aksel Johannesen á liðnum fyri at tryggja, at fiskiríkidømið er - og framhaldandi verður Ogn Føroya fólks. Advokaturin Christian Andreasen varð keyptur sum stjørnuálopsleikari av einum reiðaríi fyri at finta, dribla, bróta gjøgnum verjuna og lata summar skora– og harvið staðfesta, at ognin er reiðarans.

Útsetingin av dystinum svarar í veruleikanum til, at vit upplivdu hesa støðu undir einum týdningarmiklum og avgerandi fótbóltslandsdysti. Brádliga verður málmaðurin, mitt undir dystinum útskiftur eftir boðum frá landsliðsvenjaranum, og leikt verður víðari við ongum málmanni. Hetta fyri at tryggja at Føroyar tapa.

Hoyr útverpsmenninar fyri tykkum : “Oy oy oy Hvat hendir her..vit spæla sjálvboðið við ongum málmanni...hvat í allari víðu verð gongur fyri seg?” Og hvat vildu vit áskoðarar sagt og gjørt?

Soleiðis síggi eg støðuna beint nú í dystinum um Ogn Føroya fólks.

Hóast útsetingina av hesum parti av dystinum, verður høvuðsdysturin enn leiktur knallhart og við fullari ferð, tí Fólkaflokkurin vil ikki hava nakra útseting av upprunaliga endamálinum við dystinum. Nevniliga at vinna fyri teir fáu ráðandi. Úrslitið skal fyriliggja í desember. Týsdagin er fundur í Rættarnevndini.

Skuldi tað hent, at dysturin um Ogn Føroya fólks endar við, at verandi lógaruppskot kemur í gildi, mugu vit taka samrøðuna upp við okkara børn og barnabørn um, hví vit sviku, tá ið fólkaræðið og fíggjarliga grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum varð hótt og latið teim fáu. Og hvat tað frameftir fer at innibera at liva - og yvirliva undir valdinum í einum fámannaveldi.

Løgtingsvalið er av, fólkið hevur valt sínar politikarar, og samgonga er skipað. Men eg ivist stórliga í, at valúrslitið kann lesast soleiðis, at siðilig fólkafloks-, sambands- og miðflokkafólk við valinum samstundis hava avsagt sær og sínum eftirkomarum rættin til beinleiðis ágóðan av Ogn Føroya fólks.

Vit eru beint nú øll áskoðarar til dystin í løgtinginum, har 33 løgtingslimir, bundnir av egnari sannføring, koma at avgera framtíðina um býtið av fiskiríkdøminum, sum enn í veruleikanum og sambært lóg er Ogn Føroya fólks.

Mín inniliga áheitan er, at tit koma inn í dystin, reisið tykkum, setið tykkum inn í týdningin av dystinum, gerið tykkara ávirkan galdandi mótvegis politikarunum og stríðist av øllum alvi fyri at vísa at vit – fólkið í Føroyum eiga rættin til tilfeingið í sjónum.

Tí - If you tolerate this your children will be next

Høgni í Stórustovu