Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ídnaðarøkið á Oyrareingjum

2020-10-16 18:47

Bingjuhavnin á Oyrareingjum og økið kring hana eru ov góð at liggja fyri einki. Økið skal als ikki brúkast til at tveita burturkast á, ella sum parkeringspláss hjá útlendskum trolarum. Best hevði verið, at alt økið var gjørt klárt til at bjóða vinnurekandi eitt grundstykki, og at havnin varð nýtt til endamál hjá vinnuni.

Á Oyrareingjum hava vit í fleiri ár havt eina bingjuhavn, har Samskip hevur havt sína regluligu sigling. Felagið hevur flutt sítt virksemi inn á Skálafjørðin, so ivasamt er, hvør aktivitetur verður á ídnaðarøkinum. Einki annað farmaflutningsfelag hevur víst áhuga í at sigla fast á Kollafjørð enn.

Bingjuhavnin er bert ein partur av hesum tilsamans 47000 m2 stóra ídnaðarøki, sum Tórshavnar havn eigur. Knapt 25000 m2 eru planerað grót og partvís grót- og sandgoymsla. Lastbilar og maskinur eru parkeraði har, og harafturat liggur tíanverri ein rúgva av óruddi og flýtur.

So spurningurin er, hvat er framtíðarætlanin við hesum øki? Ætlar Tórshavnar havn at varðveita hetta sum eina bingjuhavn, ella verður allur farmaflutningur í kommununi avgreiddur í Havn í framtíðini?

Tað er stórur tørvur á ídnaðarøkjum í kommununi. Hettar er eitt øki, sum als ikki er ment til tað sum tað kundi verið. Um økið varð planerað og gjørt byggiklárt, so kundi nógv ymiskt virksemi verið har. Verandi brúkarar kunnu varðveita sítt pláss í betri umstøðum, og rúm verður fyri øðrum virksemi av ymsum slag.

Kollafjørður liggur sentralt fyri, og stutt er til tunnilsmunnar og miðstaðarøkið. Vinnulívið hevði uttan iva tikið av tilboðnum um vinnugrundstykkir í Kollafirði. Tað er bara ein spurningur um at kommunan setur øki av til endamálið. Og í hesum førið eisini fær samstarv í lag við Tórshavnar havn.

Vinnan í kommununi hevur stóran tørv á vinnuøkjum til nýtt og víðkað virksemi. Eg vil arbeiða fyri, at vinnan fær góðar umstøður at virka undir, og at vinnuøkir eru til taks í kommununi.

Set X við Niels á Reynatúgvu, valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið.